Hondbóltur

Dánjal Ragnarsson til Skanderborg

Ungi stórskjúttin hjá Neistanum fer nú at royna seg í donskum hondbólti.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-10 16:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Neistin missir ein av sínum allarbestu ungu leikarum, tá hondbóltskappingin byrjar aftur í heyst.

Felagið boðar í dag frá, at 19 ára gamli stórskjúttin, Dánjal Ragnarsson nú fer at royna seg í donskum hondbólti. Hann verður partur av felagnum Skanderborg Håndbold.

Neistin skrivar soleiðis um Dánjal Ragnarsson:

Dánjal Ragnarsson er 19 ára gamal, uppvaksin í Havn og hevur frá tí hann var smádrongur spælt hondbólt í Neistanum. Dánjal hevur ment seg nógv tey seinastu árini og hevur hann verið ein av profilunum á besta mansliðnum hjá Neistanum seinasta kappingarár. Dánjal er bakspælari, men hevur eisini roynt seg á vonginum og er hann kendur fyri sítt “drive” móti málinum, skjótleika og ikki minst at skjóta mál.

Sjálvur sigur Dánjal við Facebooksíðuna hjá Neistanum, at hann seinastu tíðina hevur havt ætlanir um at royna seg sum hondbóltsspælari uttanlands, og at fleiri feløg hava víst áhuga.

- Beint eftir at steypafinalurnar vórðu spældar í februar komu fleiri tilboð, m.a. frá SHEA akademinum í Skanderborg. Teir bjóðaðu mær at koma at hyggja eftir umstøðunum, og eftir vitjanina har, varð eg sannførdur um, at hettar var ein góður møguleiki fyri, at eg kundi mennast víðari.

- Endamálið hjá SHEA er at menna leikarar og hava tey drúgvar royndir og góð úrslit at vísa á, so eg eri glaður um at hava fingið hendan møguleikan. Umstøðurnar har eru góðar, og nógvir góðir venjarar eru knýttir at staðnum, so eg vóni at fáa nógv burturúr.

- Eg skal búgva á akademiinum og verði knýttur at hondbóltsfelagnum í Skanderborg, har eg skal spæla við teirra U19 liði. Vanligt er, at tey sum ganga á SHEA, umframt at fáast við hondbólt, eisini ganga í skúla, men av tí at eg bleiv studentur nú í summar, fari eg ístaðin at arbeiða.

- Eg síggi hettar árið á SHEA sum eitt gott fundament at fáa. Eitt gott stað at byrja og gleði meg at sleppa í eitt professionelt hondbóltsumhvørvi, har hugsað verður um menning av tí einstaka leikaranum fyrst og fremst. Vónandi fer hettar árið at geva nógv, so eg uppá sikt fái møguleikan at spæla hondbólt á hægst møguligum støði frameftir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder