Annað

Dánjal setti føroyskt met á 200 metrum

Dánjal Dahl Ljósheim flutti í summar til Keypmannahavnar í lestrarørindum. Og í fyrstu kappingini, síðani hann flutti úr Føroyum, tók hann føroyska metið á teininum. Hann rann seg á mál við tíðini 23,25 sekundum.

(Mynd: Hvirlan.fo)

(Mynd: Hvirlan.fo)

2022-01-30 19:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvirlan.fo: Dánjal Dahl Ljósheim tók føroyska metið á 200 metra teininum í síni fyrstu kapping, síðan hann fór til Keypmannahavnar í lestrarørindum í summar.

Kappingin var í frælsa-høllini í Randers, sum er eina av trimum slíkum hallum í Danmark. Tað er stórur munur á, at sprinta 200 m og 400 m inni í mun til úti, tí ein umgangur er bara 200 m inni, har hann er 400 m úti. Tað ger at svingini eru munandi krappari enn úti, tað setur serlig krøv til sprintaran, umframt at tað kostar tíð samanborið við kappingar úti.

Dánjal hevði trupulleikar við svingunum og misti nakað av ferð, men megnaði tó at renna seg á mál við tíðini 23,25 sek, sum er 0,26 sek skjótari enn føroyska metið. Harumframt er tað undir kravið hjá FÍF til oyggjaleikirnar summari 2023.

Dánjal royndi seg á 400 m stutt eftir 200 m. Her kom hann stak illa frá start, men fekk runnið seg fram aftur. Síðstu 50 metrarnar misti hann nakað, og endaði tíðin við at blíva 52,43 sek, sum er 0,78 sek skjótari enn hann hevur runnið inni áður.

Dánjal er komin í ein sterkan bólk av sprintarum í felagnum Sparta, har hann dagliga venur. Venjarin er ongin annar enn Lars Pedersen, sum sjálvur var nærum einaráðandi í sprint fyrst í 90’unum. Lars hevur seinnu árini vant nógvar sterkar sprintarar, harímillum íðkarar, sum vóru partur av donsku 4×100 m boðrenningunum á OL í Tokyo síðsta summar.

Tórur kappaðist eisini í Randers. Hann hevur lopið sera væl í trýstøkk til venjing, harímilllum omanfyri 15 m við stuttari atrenning. Hann fekk tó ikki atrenning at sita, og tískil endaði hann við at leypa 14,84 m sum tað longsta. Tað er góðan 1½ m omanfyri oyggjaleikakravið, men meir týdningarmikið, so er hann langt fremst á danska styrkilistanum, sum liggur til grund fyri úttøku til landsliðið, sum skal til NM í mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder