
ÍF hevur seinastu tíðina kunngjørt fleiri sáttmálar, og nú er ein lagdur afturat í rúgvuni. Talan er um ein royndan og lokalan spælara, sum hevur longt:
- 33 ára gamli Lakjumaðurin fekk sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá ÍF í 2008. Dánjal hevur síðani leikt heili 254 dystir og skorað 41 mál fyri ÍF í bestu deildini.
Dánjal á Lakjuni spældi fram til 2020. Síðani tók arbeiðssami og snildi álopskendi spælarin ein støðg á hægsta stigi. Í 2022 var hann við at fáa ÍF upp í fremstu røð aftur, og í fjør spældi Dánjal 23 dystir og skoraði 2 mál, tá fuglfirðingar hildu sær uppi í Betrideildini.
Partarnir hava nú gjørt ein nýggjan eitt-ára sáttmála. ÍF hevur millum annað eisini longt við roynda liðformannin Karl Løkin. Uros Stojanov, Bogi Reinert-Petersen og Tonni Thomsen eru lagdir afturat hópinum.
Keldur: ÍF og FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald