Fótbóltur

Danmark bjóðar av

Hetta er fyrstu ferð, at Danmark og Føroyar spæla venjingardyst. Dysturin verður í Herning 27. mars - tríggjar dagar seinni spæla Føroyar í Andorra, og í juni er venjingardystir í Reykjavík.

Fyrsta uppgávan hjá nýggja landsliðsvenjaranum verður í Herning móti dønum (Mynd: Sverri Egholm

Fyrsta uppgávan hjá nýggja landsliðsvenjaranum verður í Herning móti dønum (Mynd: Sverri Egholm

2020-01-15 12:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg gleði meg at koma í gongd sum føroyskur landsliðsvenjari, og eg síggi við stórum spenningi móti dystunum, sum eru fyri framman. Sum svenskari er tað altíð nakað serligt at møta Danmark, og tað er ikki minni serligt fyri føroyingar og Føroyar. Vónandi kann hendan stóra avbjóðingin lyfta okkum

Hetta sigur nýggi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, við heimasíðuna hjá FSF í samband við, at fleiri venjingardystir eru komnir uppá pláss til hetta hálvárið. Tann fyrsti av teimum er ímóti Danmark, ið hevur biðið um venjingardyst móti føroyska A-landsliðnum á fyrsta sinni. Føroyar og Danmark spældu í NM-kapping í 2000, ið vóru at kalla sum venjingardystir. Virgar Hvidbro, aðalskrivari, hevur áður alment sagt, at Danmark hevur víst aftur at spæla venjingardystir móti Føroyum, men nú er vent í holini hjá DBU.

Hesin dysturin verður leiktur á MCH Arena í Herning, mitt í Jútlandi, 27. mars. Hetta er tann fyrsti av tíggju dystum, ið føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla í ár. 

Seks dystir skulu spælast í UEFA Nations League í heyst: Í september, oktober og november. Tveir venjingardystir verða leiktir í mars. Tann fyrri í Danmark og tríggjar dagar seinni spæla Føroyar í Andorra.

Fyri fyrstu ferð í sjey ár skulu Føroyar til Íslands at spæla venjingardyst. Tann dysturin verður leiktur 3. juni á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Nakrar dagar seinni verður aftur dystur. Fótbóltssambandið skrivar, at bíðað verður við at finna mótstøðulið til seinna venjingardystin í juni til lutakastið til UEFA Nations League hevur verið.

- Andorra kenni eg ikki so nógv til í løtuni, men tað verður spennandi at møta einum landi, sum er í sama styrkisbólki sum vit. Eg vænti nakrar góðar og læruríkar venjingardystir, sum samstundis skulu tryggja, at vit eru so væl fyrireikaðir sum tilber til avbjóðingarnar í Nations League í heyst, sigur Håkan Ericson.

Í komandi UEFA Nations League kappingini eru Føroyar í Deild D saman við Gibraltar, Lettlandi, Liktinstein, Andorra, Malta og San Marino. Hesi sjey londini skulu síðani býtast í tveir bólkar – ein bólk við fýra londum og ein bólk við trimum londum. Lutakastið til kappingina verður í Amsterdam týsdagin 3. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder