Hondbóltur

Danmark eisini rakt av koronu

Henrik Toft Hansen fekk staðfest smittuna millum jól, og sterki strikuleikarin er ikki nóg væl fyri at spæla í HM. Magnus Landin hevur tapt næstan fimm kilo og stríðist fyri at koma fyri seg - Landsliðsvenjarin hugsar ikki so nógv um at fara allan vegin og at endurvinna gullið undir umstøðunum.

Henrik Toft Hansen varð noyddur at geva avboð. Svenski hópurin er í sóttarhaldi (Mynd: EPA)

Henrik Toft Hansen varð noyddur at geva avboð. Svenski hópurin er í sóttarhaldi (Mynd: EPA)

2021-01-07 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú beint undir ein vika er til HM-endaspælið í Egyptalandi, er millum annað greitt at eitt avmarkað tal av áskoðarum sleppur inn í hallirnar, og at fleiri lið á ymsan hátt eru rakt av koronusmittuna.

Svenska landsliðið er í sóttarhaldi - tveir og tveir leikarar á hvørjum kamari - tí at ein smittutilburður er staðfestur. Føroyar eru eisini á ein hátt íblandaðar: Kekkiski hópurin, ið var uttan koronasmittaðu venjararnar og nakrar av føstu leikarunum, kom til Føroya týsdagin. Við komu vórðu átta smittutilburðir staðfestir í ferðalagnum, ið taldi 22 fólk. EM-undankappingardysturin í Høllini á Hálsi varð av ongum, og ferðalagið fór av landinum.

Les eisini: 
1000 áskoðarar ella fleiri sleppa inn í hallirnar í Egyptalandi
Staðfesting frá HSF: - Eingin landsdystur verður í kvøld
                 Føroyar - Kekkia: Nýggj dagfesting skal finnast

Danmark, ið skal verja sítt heitið, skifti í gjár út í hópinum orsakað av koronu. 34-ára gamli Henrik Toft Hansen fekk staðfest koronasmittuna í Köln, beint áðrenn hann skuldi luttaka har til Final Four í Champions League við PSG. Harvið spældi strikuleikarin ikki við, og tað er ikki bert saknur í honum hjá PSG til týðandi dystir vegna koronu.

Eftir at tað gjørdist greitt, at Toft framhaldandi hevði sjúkeyðkenni, og at sjúkutíðin ikki ger, at hann kann koma fyri seg nóg skjótt til at vera nóg væl fyri at luttaka í endaspælinum, so gav hann avboð í gjár. Hetta verður mett at vera ein smeitur fyri danska liðið. Royndirnar hjá Henrik Toft fara at mangla - beiggi hansara er heldur ikki tøkur - og tað avmarkar møguleikarnir hjá dønum nakað at spæla ein effektiva 5-1 verju, ið Nikolaj Jacobsen ætlaði at nýta heilt fitt.

[object Object]
Nikolaj Jacobsen hevur sítt at hugsa um (Mynd: EPA)

Benjamin Jakobsen úr Aalborg avloysir Henrik Toft Hansen í danska hópinum. Danski venjarin sigur, at hann er dugnaligur at "screena", og hevur eitt tyngdarpunkt, ið aðrir á liðnum ikki hava. Annars er Nikolaj Jacobsen ikki so bjartskygdur um endaspælið. Við BT sigur hann, at tað ikki verður hugsað so nógv um at endurtaka úrslitið frá 2019 (gull), men heldur at spæla liðið, ið so at siga ikki var saman í 2020, saman aftur og koma inn í eina rútmu.

Niklas Landin, ið er fyrstaval á vinstra vongi og ein týdingarmikil brikkur í verjuni, var heldur ikki við til Final Four, tí hann varð smittaður við koronu tíðliga í desember. Yngri beiggi málverjan hevur ikki fingið vant ordliga í desember, hevur seinárin, og er framvegis ikki komin heilt fyri seg. Orkan er ikki heilt har, og høgi maðrin hevur tapt seg 4,5 kilo. Landin hevur ikki fingið lukti- og smakkisansin aftur enn. Serliga tað seinna irðar Landin.

Danmark spælir í kvøld klokkan 19.15 venjingardyst móti Noreg, har Jóhan á Plógv Hansen og hinir skulu í eldin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder