Annað

Danmark fekk gott útgangsstøði áðrenn síðsta dystin

Spældu 1-1 móti Avstralia.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-21 14:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danmark spældi fyri løtu síðani sín næsta dyst í HM-endaspælinum. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, og hevur Danmark tí tryggjað sær gott útgangsstøði áðrenn síðsta dystin móti Fraklandi. Danmark hevur nú fýra stig eftir tveir dystir, meðan Avstralia hevur 1 stig.

Danmark fekk eina dreyma byrjan, tá Christian Eriksen skoraði eftir 7 minuttir. Bólturin verður spældur fram mótin Nicolai Jørgensen, sum flott temur bóltin og lobbar hann yvir móti Christian Eriksen. Eriksen, sum við hálvum fluktara bankar bóltin í málið.

Avstralia fær javnvág í støðuna, tá Yussuf Poulsen ger brotsspark. Dómarin metir at Poulsen nýtti armin at steðga bóltinum, og Mile Jedinak var púra kaldur, tá hann sendi málmannin skeiva vegin og trillaði bóltin í málið.

(Mynd: EPA)

Hóast Danmark hevur betra útgangsstøðið, eru allar súðir eru tó ikki syftar, tí tapa Danmark móti Fraklandi, meðan Avstralia vinnur á Peru í síðsta dystinum, so avgerð máltúrtøkan hvat landið fer víðari í kappingini.

Frakland og Peru spæla klokkan 16. Frakland hevur trý stig, meðan Peru einki stig hevur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder