Fótbóltur

Danmark fer nú eftir EM-gullinum eisini

Týsku vertirnir høvdu gott tamarhald á heimsmeistarunum í fyrra hálvleiki, men 7 ímóti 6 og ein sterkari danskur verjupartur gjørdu mun eftir steðin. Danmark og Frakland í EM-finaluni sunnudagin - eins og í 2014.

Danir kunnu aftur fegnast um eitt finalupláss - eftir hart stríð móti týsku vertunum bíðar Frakland sunnudagin (Mynd: EPA)

Danir kunnu aftur fegnast um eitt finalupláss - eftir hart stríð móti týsku vertunum bíðar Frakland sunnudagin (Mynd: EPA)

2024-01-26 21:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2014 spældu Danmark og Frakland EM-finalu í Herning, sum fraklendingar vunnu greitt. Hesi hondbóltsstórveldini hava ikki verið at síggja í finalu um evropameistaraheiti síðani - hetta er fimta EM síðani tá. Sunnudagin verður tað tó aftur hesi bæði í beinleiðis tvídysti um EM-gulli. Hetta er greitt, eftir at Danmark eisini vann sína hálvfinalu í kvøld.

Fyrr í kvøld vann Frakland í dramatiskum umstøðum móti Svøríki. Síðani dystin hevur Svøríki kært endan, har Elohim Prandi á ólóligan hátt javnaði - sí meira her 

Liðið hjá Nikolaj Jacobsen hevði sanniliga sítt baks við týsku vertunum í kókandi høllini í Köln. Klókt álopsspæl og serliga ein stinnur verjupartur gjørdi, at Týskland óvæntað hevði yvirvágina fyri steðgin. Eyðkenda danska álopsspælið varð tálmað. Danmark skoraði bert tólv mál fyri steðgin. Týsku verjuspælararnir vístu og nýttu vøddarnir móti serliga kviku Gidsel og Pytlick, umframt Magnus Saugstrup á strikuni sum fekk ein snudd í ryggin, og í málinum hevði Andreas Wolff fleiri stórbjargingar.

[object Object]
"Andy" Wolff órógvaði danir væl í dag, men so líðandi hækkaði danska málprosentið, og ávírkanin hjá sterka málverjanum fall (Mynd: EPA)

[object Object]
Sinnið kom í kók hjá danska venjaranum í fleiri førum fyri steðgin, og hann noyddist at finna loysnir. Sterki strikuspælarin Magnus Saugstrup spældi ikki í álopinum vegna ryggtrupulleikar eftir steðgin, men nummar 15 var ein klettur í donsku verjuni (Mynd: EPA)

Bjargingarprosenti hjá "úlvinum" fór týðliga niður í 2. hálvleiki, og hann fekk heldur ikki eins góða hjálp. Nikolaj Jakobsen fór til 7 ímóti 6 beint fyri hálvleik, og hetta helt fram nakað væl inn í 2. hálvleik. Yvirtalsspælið hjá dønum eydnaðist ógvuliga væl. Mikkel Hansen kom inn at stýra tí, og tað klæddi danska spælinum var - færri 1 ímóti 1 og betri sett upp, og tað eydnaðist eisini væl í 6 ímóti 6 seinni út á hálvleikin. Royndi spælskiparin var ógvuliga tryggur í alveringunum og eisini við hansara brotskøstum. Samanlagt fimm mál og fimm upplegg hjá nummar 24 gjørdu stóran mun, og so at siga allir danirnir lyftu seg eftir steðgin.

[object Object]
Mikkel Hansen hevur ikki spælt nógv í EM, men spælskiparin var ein lykil í kvøld. Javnsettur toppskjútti við fimm málum - trygg brotskøst og eitt mál sum stongdi dystin í síðsta minutti. Sunnudagin skal 36-ára gamli bakkurin spæla sína fyrstu EM-finalu í tíggju ár og sínari níggjundi fyri Danmark samanlagt (Mynd: EPA)

Emil Nielsen kom inn í danska málið og hevði yvir 40 prosent í bjargingarprosenti. Sum heild var danska verjan væl betri skrúað saman, og Juri Knorr og hinir høvdu stórar trupulleikar við at koma til upplagdar málmøguleikar. Týskland kom fyrstu ferð afturum í 36. minutti, og vertirnir komu ongantíð frammum aftur í dystinum. Tað tók líka yvir 10 minuttir hjá dønum at fara nakað frá Týsklandi, og hóast tað líka kom niður á minus tvey móti endanum, so tyktiskt tað ikki veruliga vera nakar ivi um útfallið.

Danska góðskan sigraði í frálíku kringumstøðunum, og nú er lagt upp til finalubrak millum Danmark og Frakland, ið eisini spældu HM-finalu í fjør. Tá vunnu danir sítt triðja heimsmeistaraheitið á rað - fyri júst tíggju árum síðani vann Frakland, tá hesi londini síðst vóru í einari EM-finalu. Liðini spæla sunnudagin klokkan 16.45.

EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 26.01 - Köln

Týskland - Danmark 26-29 (14-12)

Sí hagtøl her

Frakland -
Svøríki 34-30 eftir longda leiktíð - 27-27 eftir vanliga (17-11)

Sí hagtøl her

----------------------------------------

Sunndagin 28.01
Bronsudysturin: (14.00) Týskland - Svøríki (Hetta er eisini beinleiðis dystur um beinleiðis atgongumerki til OL í summar)

Finalan: (16.45) Danmark - Frakland 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder