Í kvøld fór HM-endaspælið hjá monnum í hondbólti í gongd. Bæði vertslondini vóru í eldinum, og serliga Danmark kom í gongd í stórum stíli.
Danmark og Kili spældu fyrsta dystin í Danmark í Copenhagen Royal Arena. Kili var kraftiga undirtippað, men kom á odda við máli í fyrsta álopinum. Men so gekk skjótt niður eftir bakka hjá suðuramerikanska liðnum. Danir skoraðu næstan uppá alt og skaptu sær skjótt eina stóra leiðslu. Spælið fleyt ómakaleyst, og serliga vóru danir skjótir og dugnaligir at revsa Kili í kontraspælinum, har vinstri vongurin Casper U. Mortensen veruliga kom til sín rætt og skeyt 8 mál í fyrra hálvleiki; hann hevði 8 skotroyndir.
Kilienar vístu kvikar føtur, men annars gekk tað ógvuliga striltið í álopspartinum ímóti dønunum, ið eru størri, sterkari og dugnaligari. Landin fekk eisini fatur á nógvum skotum, og í álopinum var Rasmus Lauge sera eyðsýndur hjá dønum, ið veruliga undirhildu í Keypmannahavn frammanfyri Jóhan á Plógv Hansen og hinum yvir 12.000 áskoðarunum í høllini.
Í 2. hálvleiki kom Kili betri inn í dystin. Danska liðið fóru eitt sindur niður í gear, og Nikolaj Jacobsen gav leikarum hvíld og royndi nøkur ting av. Danska verjan stóð ikki so stinn, og nógvar útvísingar vóru. Danmark vann tó ein risasigur og er komið væl í gongd við endaspælið, hóast mótstøðan í dag ikki var serliga sterk. Danska liðið fer nú til Herning, har dystur er á skránni leygardagin móti Tunesia.
Í dystinum fyrr í kvøld vann Týskland greiðan sigur á samansetta koreanska liðnum. Korea megnaði ikki at fylgja við vertunum í Berlin, og munurin gjørdist ellivu mál.
Bólkur A: Korea – Týskland 19-30 (10-17)
Bólkur C: Kili – Danmark 16-39 (4-22)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald