Donsku kvinnurnar høvdu undan dagsins dysti so at siga ikki verið veruliga avbjóðaðar í HM-endaspælinum í Spania - tann dysturin har munurin hevði verið minstur var móti Ungarn í høvuðsumfarinum - ellivu mál.
Fjórðingssfinalan gjørdist øðrvísi, hóast Danmark var risafavorittur. Brasil var væl við allan fyrra hálvleik, og munurin í steðginum var bert eitt mál. Fyrsta partin av seinna hálvleiki leikarði eisini rímiliga javnt á. Høvuðsavbjóðingarnar hjá liðnum hjá Jesper Jensen vóru kviku rørslurnar hjá brasilska liðnum í álopsspælinum og ágangandi og álopskenda verjuspælið.
Sum seinni hálvleikur leið gjørdist tó greitt, at Danmark hevði funnið loysnina uppá hetta, og tað tyktist eisini sum um, at Brasil, ið skifti heilt lítið út í dystinum, vantaði orku til hendan leikháttin seinastu fjórðingin av dystinum ella so.
Danska liðið fekk fatur á í verjuni, álopsspælið var á góðari leið, og í málinum helt Sandra Toft fram við at pilka skot. Í bólkasfinaluni í høvuðsumfarinum leygardagin spældi Althea Reinhardt framúr væl, men Danmark hevur tveir klassa málverjar, og Toft hevði 17 bjargingar og varð kosin dagsins leikari.
Danmark skal í hálvfinaluni fríggjadagin spæla ímóti Fraklandi ella Svøríki - hesi spæla fjórðingsfinalur í morgin. Tað gera Noreg og Russland eisini. Klokkan 19.30 spæla sponsku vertirnir móti Týsklandi
HM-endaspælið hjá kvinnum - Spania
Fjórðingsfinalur - 14.12
Danmark - Brasil 30-25 (14-13)
19.30: Spania - Týskland
Les eisini: Niðurlendsku heimsmeistarnir úti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald