Verandi heimsmeistararnir úr Niðurlondum komu ikki longur enn til miðumfarið í heimsmeistarakappingini í hondbólti fyri kvinnur í ár.
Í gjárkvøldið spældu niðurlendsku heimsmeistararnir seinasta dystin í miðumfarinum. Úrslitið gjørdist, at Noreg vann 37-34, og harvið endaði Niðurlond nummar trý í bólkinum, og vann sær sostatt ikki víðari luttøku til fjórðingsfinalunar.
Ístaðin verða tað Noreg og Svøríki, sum koma víðari úr hesum bólkinum.
Niðurlond fingu annars eina góða byrjan móti Noregi í gjárkvøldið, men norsku kvinnurnar fingu hálað seg inn aftur, og í hálvleikinum stóð á jøvnum, 17-17.
Fjórðingsfinalurnar í HM-kappingini í Spania eru hesar: Frakland móti Svøríki, Danmark móti Brasil, Noreg móti Russlandi og Spania móti Týsklandi.
Niðurlond vunnu HM-kappingina í Japan í 2019. Tær vunnu á Spania í finaluni.
Fyrstu fjórðingsfinalurnar verða spældar í dag. Danmark og Brasil spæla klokkan 16.30 og Spania og Týskland klokkan 19.30.
Finalan verður sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald