Hondbóltur

Danmark misti greiðu leiðsluna - Ísland er úti

Tað sá leingi gott út hjá dønum - og íslendingum - í seinasta dystinum í høvuðsumfarinum, men fraklendingar tóku eitt ordans tak seinastu løtuna. Harvið er greitt, at Frakland og Svøríki spæla aðru hálvfinaluna fríggjakvøldið og Danmark og Spania og hina.

Frakland vendi dystinum á høvdi seinastu løtuna og teir í bláum kundu stórfegnast eftir seinasta bríksl

Frakland vendi dystinum á høvdi seinastu løtuna og teir í bláum kundu stórfegnast eftir seinasta bríksl

2022-01-26 23:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Møguleiki er fyri einari skandinaviskari EM-finalu, men tað varð ikki sum nógv hondbóltsáhugaði í Føroyum og Norðanlondum annars vónaðu: At Ísland eisini fór at verða at síggja í hálvfinalu fríggjakvøldið.

Íslendingar greiddu sína skyldu á sannførandi hátt seinnapartin við tíggju-máls sigri á Montenegro. Síðani snúði tað seg um at bíða og halda við Danmark, og tað var nær við at bera á mál.

Av tí at Danmark longu hevði tryggjað sær hálvfinalupláss, hevði Nikolaj Jakobsen valt at spara bakkarnar Mikkel Hansen, Mathias Gidsel og strikuleikaran, og týdningarmikla miðverjan, Magnus Saugstrup. Hetta sást tó ikki heilt stóran part av dystinum. Danir løgdu nógv betri fyri og vóru á odda so at siga allan dystin, og í bakketuni vóru Niklas Krikeløkke, Jacob Holm og Rasmus Lauge til tíðir stórspælandi.

Í steðginum var munurin fimm mál, og hóast franska álopsspælið var sannførandi eftir steðgin, so bendi framvegis heldur lítið á, at OL-vinnararnir fóru at koma aftur. Tá tíggju minuttir vóru eftir var støðan 27-23, men so stegðaði danska álopsspælið á, og fraklendingar tóku av álvara dik á seg og hildu høvdið kalt seinastu løtuna. Danir gjørdu mistøk og blakaðu sigurin burtur.

- Takk fyri einki, skrivar visir.is eftir tapið hjá Danmark, og í Danmark og í donsku leguni er irðan um, at liðið ikki vann tann sjeynda út av sínum sjey dystum higartil í endaspælinum, og at fyrsta plássið í bólkinum glapp teimum av hendi. Hetta er tó ikki als eins stórur smeitur, sum tað var fyri Ísland, ið var so nær við at koma til hálvfinaluna eftir eitt endaspæl við millum annað nógvum koronutrupulleikum.

29-30 ósigurin merkir, at Danmark skal spæla móti tvífaldu evropameistarunum Spania fríggjadagin klokkan 17 í Budapest. Klokkan 19.30 er fyrsta bríks í somu høll, tá seinna hálvfinalan, sum verður millum Frakland og Spania er á skránni.

Bólkur 2
4. og seinasta umfar - í dag, mikudagin 26.01:

Støðan:
Frakland 8 stig 
Danmark 8 stig 
Ísland 6 stig
Kroatia 3 stig
Niðurlond 3 stig
Montenegro 2 stig



Dystarskráin: 
14.30: Ísland - Montenegro 34-24 (17-8)
17.00: Kroatia - Holland 28-28 (15-13)
19.30: Danmark - Frakland 29-30 (17-12)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder