placeholder
Hondbóltur

Ísland setir sína vón á danir nú

Vunnu tryggan sigur á Montenegro í dag.

Ómar Ingi Magnusson gjørdist aftur íslendskur toppskorari í dag (Mynd: EPA)

Ómar Ingi Magnusson gjørdist aftur íslendskur toppskorari í dag (Mynd: EPA)

2022-01-26 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendska tjóðin situr nú í spenningi og bíðar eftir danska hondbóltslandsliðinum í vón um, at donsku menninir kunnu tryggja íslendska luttøku í hálvfinalunum fríggjadagin við at vinna á Fraklandi í kvøld.

Ísland vann í dag trygt seinasta dystin í millumspælinum. Íslendingar vunnu trygt við tíggju málum, 34-24 móti Montenegro.

Harvið tryggjaðu teir sær annað plássið í bólkinum – treytað av, at Frakland ikki fær stig í seinasta dystinum í miðumfarinum móti Danmark. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30 í kvøld.

Íslendingar førdu allan dystin ígjøgnum, og vóru á odda við heili 17-8 í hálvleikinum. Í byrjanini av seinna hálvleiki fekk Montenegro betri skipan á sítt spæl, og tók seg inn á íslendingar aftur, men vóru ongantíð tóð í námind av at taka íslendingar aftur.

Enn einaferð var tað Ómar Ingi Magnusson var enn einaferð tann stóri spælarin hjá íslendingum við 11 málum. Fleiri leikarar vóru aftur á liðnum eftir koronasóttarhald.

[object Object]
Áron Pálmarsson skoraði tvey mál og fór út við skaða (Mynd: EPA)

Teirra millum Liðskiparin Áron Pálmarsson, sum byrjaði dystin væl og skjeyt tey tvey fyrstu íslendsku málini. Men so fekk hann ein skaða í leggin og mátti fara av vølli. Hann kom ongantíð inn á vøllin aftur, men varð í staðin stuðlaður út úr høllini til viðgerðar.

Um tað fer at eydnast íslendingum at fáa danska hjálp í kvøld er nú stóri spurningurin.

Fyri Danmark hevur dysturin so at siga onki at siga, tað er ein spurningur um at møta Svøríki ella Spania í hálvfinaluni. Tí kann hugsast, at danski venjarin fer at spara onkrar av sínum spælarum.

Fyri Frakland hevur dysturin móti dønum alt at siga, og hava tí ikki møguleika at spara nakran spælara. Bert sigurin telur, og vinna teir á Danmark, so vinna teir eisini bólkin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder