Bólkur B og Bólkur C vórðu avgjørdir í kvøld.
Eysturríki vann beinleiðis dystin um víðari luttøku sum tvey'ari í bólki B. Einasta málið í Bukarest móti Ukraina kom eftir tjúgu minuttir, tá David Alaba legði horna inn úr vinstru, og Christoph Baumgartner prikaði bóltin í málið. Harvið kom Eysturríki víðari í einum EM-endaspæli fyri fyrstu ferð og skal spæla móti Italia í Wembley fríggjadagn. Vónbrot hjá liðnum hjá Shevchenko ið tó framvegis kann koma víðari um trý'ararnir í bólki, um ikki teir verða yvirhálaðir í morgin ella mikudagin. Niðurlond sigraðu 3-0 við einum sterkum liðið móti Norðurmakedónia. Depay og Wijnaldum vóru í hopla, og 37-ára gamli Goran Pandev takkaði fyri seg - Norðurmakedónia fekk einki stig í sínum fyrsta endaspæli.
Baumgartner hevur her skorað avgerandi málið fyri Eysturríki (Mynd: EPA)
Í Parkini hevði Danmark trupulleikar av vælskipaða russiska liðnum, sum hevði tveir heilt góðar møguleikar, tá støðan var 0-0, í fyrra hálvleiki, men áðrenn stegðin smekkaði 20-ára gamli Mikkel Damsgaard eitt langskot í mál. Í 58. minutti fingu danar eina risastóra gávu, ið Yussuf Poulsen takkaði fyri. Russland kom tó innaftur við einum brotssparksmáli frá Dzuba tíggju minuttir seinni, men danir vóru omaná og eftir fleiri góðar møguelikar kom bólturin útfrá til Anders Christensen, ið smekkaði bóltin í málið til 3-1. Stór frøi í Parkini, og besti leikarin í dystinum, Joakim Mæhle, økti tríggjar minuttir seinni við góðum máli eftir góða umstilling. Danmark vann samanlagt greitt og skal spæla áttandapartsfinalu móti Wales í Amsterdam leygardagin
Ungi Damsgaard hevur seinastu dagarnar fingið sítt gjøgnumbrot, og hann skoraði eitt frálíkt mál til 1-0 í kvøld (Mynd: EPA)
Lagið var heilt gott seinastu løtuna av dystinum og eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)
Trý stig í bólkaspælinum vóru nóg mikið hjá liðnum hjá Kasper Hjulmand fyri at koma víðari sum tvey'ari, tí Roberto Martinez og hansara menn vunnu í Sankta Pætursborg. Belgia hevði trupult at fáa hol á móti Finnlandi, hóast De Bruyne, Hazard, Lukaku og Witsel allir spældu, og í 73 minuttir var finska liðið á veg víðari sum tvey'ari. Talan var um eitt heldur heppið leiðslumál hjá Beliga, tí stútarin hjá Vermaelen fór umvegis yvirggjaran og vælleikandi Hradecky í málið. Belgia hevði tó yvirvágina, og tá tíggju minuttir vóru eftir, fann De Bruyne Lukaku í brotsteignum. Stóri og sterki áleyparin vendi væl og setti bóltin niður málhornið. Næstan júst tað sama hendi fyrr í hálvleikinum, men tá var Lukaku akkurat í rangstøðu, og hetta fangaði VAR. Fult stigatal til Belgia, ið skal spæla móti einum trý'ara í Sevilla sunnudagin. Finnland hevur víst seg væl fram, og kann við nógvum hepni komandi dagarnar koma víðari.
Finnland stríddist heilt væl í Sankta Pætursborg, men Lukaku og Belgia vóru ov sterkir (Mynd: EPA)
EM 21.06
Bólkur C
Johann Cruyff Arena, Amsterdam
Niðurlond - Norðurmakedónia 0-3 (0-1)
24' Memphis Depay 1-0
50' Georginio Wijnaldum 2-0
58' Georginio Wijnaldum
Arena Nationala, Bukarest
Ukraina - Eysturríki 0-1 (0-1)
21' Christoph Baumgartner
Endalig støða:
1.Niðurlond 9 stig - víðari sum eitt'ari
2.Eysturríki 6 stig - víðari sum tvey'ari
3.Ukraina 3 stig - møguliga víðari sum ein teimum fýra bestu trý'arunum
4.Norðurmakedónia 0 stig
Bólkur D
Parkin, Keypmannahavn
Danmark - Russland 4-1 (1-0)
38' Mikkel Damsgaard 1-0
59' Yussuf Poulsen 2-0
70' Artem Dzuba 2-1 br.
79' Andrers Christensen 3-1
82' Joakim Mæhle 4-1
Gazprom Arena, Sankta Pætursborg
Finnland - Belgia 0-2 (0-0)
74' Sjálvmál 0-1
81' Romelu Lukaku 0-2
Endalig støða:
1.Belgia 9 stig - víðari sum eitt'ari
2.Danmark 3 stig víðari sum tvey'ari
3.Finnland 3 stig - møguliga víðari sum ein teimum fýra bestu trý'arunum
4.Russland 3 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald