Hondbóltur

Danmark og Noreg vunnu sínar bólkar

Tey skulu hittast í hálvfinaluni, um tað eydnast at vinna á ávíkavist Ungarn og Noreg í fjórðingsfinalunum í annaðkvøld. Svøríki skal spæla móti Egyptalandi í Stokkhólmi.

Niklas Landin og verjuparturin stóðu ógvuliga sterkir í myndini í Malmö í gjárkvøldið, har ein rúgva av dønum aftur vóru og stuðlaðu (Mynd: EPA)

Niklas Landin og verjuparturin stóðu ógvuliga sterkir í myndini í Malmö í gjárkvøldið, har ein rúgva av dønum aftur vóru og stuðlaðu (Mynd: EPA)

2023-01-24 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Høvuðsumfarið í HM-endaspælinum í manshondbólti kom at enda í gjárkvøldið, tá Danmark og Noreg vunnu sínar bólkafinalur.

Danir spældu frálíkan álopshondbólt fyrstu tjúgu minuttirnar móti Egyptalandi og fingu 30 mál í dystinum. Landin stóð eisini ógvuliga væl í málinum, og verjuparturin sum heild hevur ikki sæð so gott út í endaspælinum, sum hann gjørdi í gjár. Tað gjørdist ongantíð heilt spennandi og eitt eins stórt drama, sum tá liðini hittust í HM-fjórðingsfinaluni fyri tveimum árum síðani, og Danmark fekk við fimm-máls sigrinum tí lættaru fjórðingsfinaluna á pappírinum: Danir sleppa undan svensku vertunum, og spæla móti Póllandi í Stokkhólmi klokkan 17 í morgin

Nikolaj Jacobsen hevur framvegis ikki tapt ein HM-dyst, og við úrslitinum í gjár eru danir ósigraðir í 25 dystum á rað í HM-endaspølum. Harvið er metið hjá Fraklandi, sum varð sett í 2015, 2017 og 2019 - fram til HM-hálvfinaluna móti Danmark í 2019 - javnað.

[object Object]
Nikolaj Jacobsen hevur staðið á odda fyri danska landsliðnum í 25 HM-dystum og hevur framvegis ikki tapt (Mynd: EPA)

[object Object]

[object Object]Tað var fullsett í Malmö Arena, har yvir 10.000 danskir áskoðarar vóru til staðar (Myndir: EPA)

[object Object]

Saugstrup og Mølgaard spældu framúr væl í donsku miðverjuni (Mynd: EPA)

[object Object]

Mikkel Hansen hevur bergtikið sum spælskipari í kappingini og kann sannliga eisini skjóta enn (Mynd: EPA)

[object Object]
Rasmus Lauge spældi sín fyrsta dyst í endaspælinum. Royndi bakspælarin hevur verið darvaður av skaða í tjúkkanum (Mynd: EPA)

Í bólkafinaluni millum Týsklandi og Noregi vóru norðmenn omaná. Eftir at tað var ein álopsdystur í fyrra hálvleiki við samanlagt 34 málum, steðgaði bløðingin hjá báðum eftir steðgin, og seinni hálvleikur endaði 10-10- Torbjørn Bergerud, ið kom inn í norska málið, gjørdist avgerandi við nógvum bjargingum.

Noregi hevur vunnið allar dystirnar higartil í endaspælinum. Fyrsta endaspælið hjá Jonas Wille sum høvuðsvenjara gongur harvið væl, men nú bíðar Spania í fjórðingsfinaluni. Noreg hevur ikki staðið seg væl móti júst Spania í endaspølum, men er tó favorittur hesaferð útfrá millum annað gongdini í kappingini. 

Frakland, ið vann á Spania í bólkafinalu mánadagin, skal dystast við Týskland mikukvøldið klokkan 19.30. Samstundis spæla Svøríki og Egyptaland í Stokkhólmi. Har eru svensku vertirnir, ið hava vunnið allar sínar seks dystir higartil, stórfavorttar. 

Harvið eru sjey evropeisk lið og eitt afrikanskt eftir í HM-endaspælinum. Í dag er hvílidagur - í annaðkvøld verður herjað á aftur við fýra spennandi fjórðingsfinalum.

[object Object]
Torbjørn Bergerud, ið til dagliga spælir í Flensburg-Handewitt, spældi framúr væl móti Týsklandi

[object Object]
Jim Gottfridsson og sviar vunnu á Portugal mánadagin og sendi harvið Portugal út. Sviar komu harvið víðari við fullum stigatali og spæla í Stokkhólmi móti Egyptalandi í annaðkvøld (Myndir: EPA)

Bólkafinalurnar í gjárkvøldið og endastøðurnar í høvuðsumfarinum
Mánadagin 23.01

Noreg - Týskland 28-26 (18-16)

Danmark - Egyptaland 30-25 (17-12)


Bólkur 1:
1. Frakland 10 stig
2. Spania 8 stig
3. Slovenia 6 stig
4. Pólland 4 stig
5. Montenegro 2 stig
6. Iran 0 stig

Bólkur 2:
1. Svøríki 10 stig
2. Ungarn 6 stig *
3. Ísland 6 stig
4. Portugal 5 stig
5. Brasil 3 stig
6. Grønhøvdaoyggjarnar 0 stig

Bólkur 3: 
1. Noreg 10 stig 
2. Týskland 8 stig
3. Serbia 6 stig
4. Niðurlond 4 stig
5. Argentina 2 stig
6. Katar 0 stig

Bólkur 4:
1. Danmark 9 stig
2. Egyptaland 8 stig
3. Kroatia 7 stig
4. Bahrain 4 stig
5. USA 2 stig
6. Belgia 0 stig

Hesi liðini eru víðari 

* Betri innanhýsis enn Ísland 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder