Hondbóltur

Danmark tapti í Montenegro

Jóhan á Plógv Hansen spældi ikki nakran leiklut, tá Montenegro loypti hvøkk á heimsmeistararnar, og nú er veruligur spenningur í okkara bólki.

Danir gjørdust ov stuttir í Montenegro í kvøld
(Mynd: EPA)

Danir gjørdust ov stuttir í Montenegro í kvøld (Mynd: EPA)

2019-04-10 22:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar spældu ikki sín besta dyst í Ukreina í kvøld og taptu við 11 málum. Men greitt er í kvøld, at okkara manslandslið megnaði nakað, sum heimsmeistararnir ikki megnaðu í hesari undankappingini: At fáa stig í Podgorcia. Danmark tapti við einum málið í tøttum og málríkum dysti. Hetta var ein ógvuliga góður sigur hjá Montenegro, ið var væl og virðiliga undirtippað í kvøld (góvu pengarnar upp til tíggju ferðir aftur), og sum hevur reist seg frá ósigrinum fyri Ukreina og javnleikinum móti Føroyum í oktober.   

Í mun til dystin í oktober, tá ið Føroyar megnaðu at fáa ein ógvuliga yvirraskandi javnleik eftir eitt øðiligt comback, so var ein rúgva av áskoðarum í høllini í størsta býnum í Montenegro (Føroyar: 800 - Danmark: 4,365). Ritzau lýsir tað sum eina veruliga "Balkan-atmosfære", har áskoðarnir vóru ógvuliga nógv við og larmaðu nógv; m.a. vórðu danir fyri ógvusligum buh-rópum. 

Spælið hjá heimaliðnum var sera gott í álopinum og hart og kontant í verjustøðu. Danmark var á odda í hálvleikinum, men var eina løtu aftanfyri við trimum málum miðskeiðis í 2. hálvleiki, og tað gjørdist ov tungt at vinna seg framum aftur. Hóast átta mál frá Mikkel Hansen, so fekk Danmark onki stig, og skal svara aftur, tá ið liðini hittast í Royal Arena leygarkvøldið. Tað er eftir dystin hjá Føroyum móti Ukreina. Dystirnir í danska høvuðsstaðnum leygarkvøldið kunnu fáa ógvuliga stóran týdning fyri bólkin.

Jóhan á Plógv Hansen er í danska hópinum, men tað var Lasse Svan, ið átti høgra vongin í kvøld. Hann skoraði seks mál. 

Montenegro - Danmark 32-31 (16-17)

Støðan í bólki 8 eftir trý umfør: 
Danmark 4
Ukreina 4
Montenegro 3 *
Føroyar 1

*Montenegro er í løtuni besti trý'ari í undankappingini, og kemur, sum tað stendur nú, víðari saman við Danmark og Ukreina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder