Hondbóltur

Danmark til reiðar at halda EM í hondbólti

Vandi var fyri at kappingin varð av ongum, men nú verður øll EM-kappingin fyri kvinnur hildin í Herning og Kolding.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-11-23 13:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eina viku eftir, at Noreg tók seg aftur sum EM-vertur í kvinnuhondbólti, er tað nú greitt, at Danmark fer at átaka sær allan vertsskapin fyri kappingini.

Danska hondbóltssambandið, DHF, hevur seinastu vikurnar bíðað ótolið eftir at fáa grønt ljós frá myndugleikunum hvussu kappingin skal avgreiðast við atliti til koronasmittuna. DHF var um vikuskiftið nær við at taka seg aftur, tí svar ikki kom úr danska mentamálaráðnum.

Men nú er loyvið endiliga komið, so Danmark kann bjóða 16 evropeiskum tjóðum til stóru kappingina, sum verður hildin í Herning og Kolding í Jútlandi.

Hetta hevur danski mentamálaráðkvinnan, Joy Mogensen, í dag boðað frá á Facebook.

Upprunaliga skuldu Danmark og Noreg býta vertskapin ímillum sín, men orsaka av herdum koronareglum, mátti norska hondbóltssambandið boða frá, at kappingin ikki kundi haldast í Noregi, sum ætlað.

Ætlanin var at tveir bólkar, ein miðrundubólkur og finaluvikuskiftið skuldu haldast í Trondheimi.

Frammanundan varð kappingin flutt úr Frederikshavn, tá serligar koronaavmarkingar vórðu gjørdar fyri fleiri kommunur í Norðurjútlandi.

Í staðin verður tað Herning, sum skal vera vertur fyri tveir innleiðandi bólkar og ein í millumumfarinum, meðan Kolding tekur sær av hinum innleiðandi bólkunum.

EM-kappingin byrjar 3. desember. Kappingin verður hildin undir sera strongum koronafyriskipanum. Leikararnir verða hildnir í sokallaðum koronabløðrum fyri at forða fyri smittu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder