Hondbóltur

Danmark vann stóra skandinaviska stríðið

Svøríki er meira kroyst í mun til hálvfinalupláss eftir eitt-máls tapið og ivasomu dømingini móti endanum. Portugal bjóðar av, og Noreg er enn á lívi í EM-endaspælinum.

Mathias Gidsel var flúgvandi við 10 málum í kvøld (Mynd: EPA)

Mathias Gidsel var flúgvandi við 10 málum í kvøld (Mynd: EPA)

2024-01-19 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. umfar í bólki 2 í EM-meginumfarinum var á skránni í dag, har stóri dysturin var skandinaviska oddabrakið millum Danmark og Svøríki í kvøld.

Dagurin byrjaði við dysti millum Slovenia og Portugal seinnapartin. Slovenia tapti aftur í meginumfarinum og er nú væl longur burtur frá hálvfinaluplássi. Portugal spældi aftur gott álopsspæl og er nú væl við í stríðnum um 2. plássið.

Noreg tyktiskt rakt eftir ótrúliga endan móti Føroyum leygarkvøldið, har norðmenn mistu sigurin á stokkinum. Eftir tvey tap á rað, og niðurlendska leiðslu í steðginum, kom liðið hjá Jonas Wille aftur á kósina við sigri. Spælið fleyt betri eftir steðgin, og Niðurlond brendu heldur nógv. Kristian Sæverås kom inn í norska málið og gjørdist dagsins spælari.

[object Object]
Norðmenn megnaðu ikki at støðga Eliasi á Skipagøtu og Føroyum at fáa stig fyrr í kappingini - nú komu teir aftur á sigurskós (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Slovenar vunnu allar dystirnar í bólkaspælinum og fingu harvið tvey stig við sær. Slovenia hevur tó tapt báðar dystirnar í meginumfarinum (Mynd: Sverri Egholm)

Evropameistararnir og heimsmeistararnir hittust í fullsettari høll í Hamborg í kvøld. Bæði Danmark og Svøríki høvdu fult stigatal undan dystinum, og við einum sigri var man ógvuliga nær við hálvfinalupláss. Danir megnaðu at vinna sær fyrimunin, men tað var ein sera tættur dystir við dramtiskum enda.

Nógv ferð á og gott spæl var í 1. hálvleiki, har danska verjan fekk meira fatur á seinastu løtuna, eftir at Svøríki hevði skift út í bakketuni. Danmark fór líka frá, og Svøríki kom ikki á javnt aftur, hóast teir í gulum og bláum allatíðina hingu í.

Emil Nielsen hevði stórbjarging, tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum, og í síðsta langa álopinum hildu danir, at teir høvdu tryggjaði sær tvey stig, tá Magnus Landin skoraði.

Sviar gjørdu tó dómararnar vart við, at Danmark hevði nýtt eina alvering ov nógv  - armurin var uppi - og eftir langa videokanning fekk Svøríki møguleikan at javna. Bólturin endaði eisini í danska málinum, men nú dømdu kekkisku dómararnir fyri "feilscreening". Í øllum førum ein tunnur dómur men Nikolaj Jaokobsen og hansara menn kundu stórfegnast. Hálvfinaluplássið kann koma í hús við sigri á Noreg sunnudagin - Svøríki skal spæla lykladyst móti Portugal.

Sí hagtøl her - Føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen spældi ein leiklut móti Niðurlondum fyrradagin, men høgri vongurin var ikki á dómaraseðlanum í kvøld.

EM-meginumfar - bólkur 2 (í Hamborg)
2. umfar - í dag, 19. januar
Slovenia - Portugal 30-33 (17-18)
Noreg - Niðurlond 35-32 (16-18)
Danmark - Svøríki 28-27 (17-15)

Danmark 6 stig
Svøríki 4 stig
Portugal 4 stig
Slovenia 2 stig
Noreg 2 stig
Niðurlond 0 stig

Fýra umfør verða spæld í meginumfarinum - man spælir ikki móti tí liðnum, sum man longu hevur spælt ímóti. Stigini við sær eru stigini, sum eru vunnin í innanhýsis dystinum í innleiðandi bólkaspælinum.

Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalurnar. Hvørt lið spælir annan hvønn dag.


EM-meginumfar - bólkur 2 (í Hamborg)
3. umfar - sunnudagin 19. januar
14.30: Slovenia - Niðurlond
17.00: Svøríki - Portugal 

19.30: Danmark - Noreg

--------------------------------------------------

Hin bólkurin: 

2. umfar í bólki 1 - í morgin, leygardagin 20.01:
14.30: Ísland - Frakland
17.00: Ungarn - Kroatia
19.30: Týskland - Eysturríki

Støðan:
Frakland 4 stig
Eysturríki 3 stig
-------------
Týskland 2 stig
Ungarn 2 stig
Kroatia 1 stig
Ísland 0 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder