Hann breyt inn á besta liðið hjá barndómsfelagnum sum blaðungur, og høgi, sterki sandavágsmaðurin var fastur maður á tí U17-landsliðnum, sum skrivaði søgu við at spæla seg til og luttaka í EM-endaspæli í 2017.
Í nøkur ár var Dann Fróðason fastur maður í miðverjuni hjá 07 Vestur, men á vetri 2021-2022 fekk ungi verjuspælarin álvarsaman skaða.
- Bróskið í mjadnaliðinum var so illa farið, at eg ikki fekk spælt. Eg var undir skurð í apríl 2023, og tá bleiv bróskið tikið.
Soleiðis greiðir Dann Portalinum frá.
Tað tók langa tíð at koma fyri seg - heilt langa tíð. Sambært FaroeSoccer spældi Dann Fróðason í síðsta umfari í Betrideildini 2021 - í oktober mánaða. Síðani var hann ikki á vøllinum aftur til alment skrásettan dyst fyrr enn í mars 2024.
Hetta var fyri næstbesta liðið hjá 07 Vestur, sum Dann Fróðason hevur fingið spælt meira ella minni fast fyri í ár.
Nú er kropsstøðan so mikið góð, at Dann kann spæla í Betrideildini. Á Skála 14. september spældi hann fyri fyrstu ferð í 35 mánaðir - nærum trý ár - í fremstu røð í. Talan var um 4-1 tap hjá 07 Vestur, men hetta var ein sigur fyri Dann at spæla eitt korter í fremstu røð aftur.
Miðverjin kom eisini inn til seinastu løtuna móti B36 leygardagin, og vónin er at byggja uppá. Talan er um ein av yngru leikarunum, sum 07 Vestur hevur uppalt, og sum hevur nakað yvir 100 dystir fyri besta liðið - hóast langa steðgin. Hann fegnast um framstigini, men merkir eitt sindur til mjødnina enn.
- Eg havi pínu, um eg geri ov nógv av, men tað hevur gingið betri enn væntað, nú eg havi vant við besta liðnum aftur. Eg sleppi eisini stýra belastningini eitt sindur sjálvur.
Dann Fróðason hevur heldur ikki bert sitið og hugt at ella tikið synd í sær sjálvum, meðan hann hevur verið ov skaddur at spælt. Sandavágsmaðurin hevur tikið ábyrgd við at hjálpt til rundanum í felagnum.
Dann er venjari hjá dreingjum U11/13 og hevur virkað sum liðleiðari hjá mansliðnum í Betri-deildini, har hann brúkti nógva tíð og orku.
- Eg elski at vera partur av hópinum, sjálvt um eg ikki fái spælt sjálvur, segði Dann við ÍSF síðsta vetur, tá Ítróttarsamband Føroya setti sjóneykuna á sjálvboðin fólk innan ítróttin í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald