Hondbóltur

Danska stórfelagið BSV kemur til Føroyar

BSV skal millum annað spæla uppvísingsdyst móti Føroyum.

2019-07-09 14:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danska stórfelagið BSV kemur til Føroya á venjingarlegu dagarnar 4 til 8. august.

Í tí sambandi er avtala gjørd um at Sonni Larsen, landsliðsvenjari og Peter Bredsdorff-Larsen, venjari hjá BSV saman standa fyri einum hondbóltsskúla fyri U16, U14, U12 og U10 gentur og dreingir. Føroysku landsliðsleikararnir og leikararnir hjá BSV eru hjálparvenjarar.

Tann 7. august verður uppvísningsdystur millum Føroyar og BSV á Hálsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder