Sum væntað frammanundan endaði danski kvinnuáttarin við Sáru Mariu Johansen av Tvøroyri umborð, nummar fýra av fýra í innleiðandi riðilinum á olympisku leikunum í Fraklandi í dag.
Hinir tríggir bátarnir løgdu seg fram um danska áttaran so at siga beinanvegin, og komu allir so mikið fram um danska bátin, at danir vórðu órógvaðir av kjalarvørrunum hjá hinum bátunum.
Bara tað at fáa ein bát við til olympisku leikirnar varð roknað sum eitt stórt úrslit fyri danska bátin, tí hóast Danmark hevur drúgvar royndir við áttarabátum, so hevur ongin kvinnubátur verið í námind av at vera komin upp á tal fyrr. Harvið var Sára Maria Johansen í dag við at skriva danska róðurssøgu.
Stórabretland vann róðurin trygd í tíðini 6 minuttir og 6,20 sekund, og kemur beinleiðis í finaluna. Avstralia gjørdist nummar tvey í tíðini 6 minttir og 18,61 sekund og Kanada nummar trý 6 minuttir og 21,31
Danski báturin við føroysku Sáru Mariu Johansen umborð kom á mál við tíðini 6 minuttir og 39,30 sekund.
Danski báturin fær eina roynd afturat í einum uppsamlingsriðili hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald