Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Italia og Spania skulu spæla hálvfinalu týsdagin. Suðurevropeisku londini vunnu á ávíkavist Belgia (2-1) og á Sveis (brotssparkskapping)
Í dag spæla tvey lið, ið stórur áhugi er fyri í Føroyum og nógva aðrastaðni. Danir hava havt eitt serligt endaspæl á nógvan hátt, og nú liðið hjá Kasper Hjulmand er í fjórðingsfinaluni er Danmark av álvara rakt av fótbóltsfepri. Eftir sigurin á Týsklandi týsdagin er fepurin eisini høgur í Onglandi, og liðið hjá Gareth Southgate er eisini risafavorittur í Rom í kvøld, har Ukraina er mótstøðuliðið.
Virðing báðar vegir - søgan er ímóti Danmark
Danmark og Ongland í hálvfinaluni á Wembley er helst eitt ynski hjá nógvum her um leiðir. Men fyrst skal Danmark framvið Kekkia - ein formleiki sambært nógvum donskum viðmerkjarum - men hjá Hjulmand og hansara mongum er virðingin fyri Kekkia stór. Eg hevði heldur vija spælt ímóti Niðurlondum enn Kekkia, segði Hjulmand stutt eftir, at kekkar óvæntað høvdu sent Oranje úr EM.
- Kekkiska liðið hevur nógvar dygdir; serliga í mun til at teir hanga saman sum eitt lið og til kropsliga partin - nógvu orkuni ið teir fáa lagt inn í dystirnar. Teir fáa gjørt tað javnsett í mun til okkum, tá tað kemur til energi
Virðingin gongur hinvegin, tí í kekkisku miðlunum fær "danska dynamittið" nógv rós, og úr kekkisku leguni eru nógv góð orð eisini komin. Tó eru kekkar greiðir yvir, at hetta ikki er sterkasta mótstøðan, ið man kundi rent seg í, í einari fjórðingsfinalu, og teir vita, at møguleikan fyri einari EM-hálvfinalu nummar trý er góður.
Kekkia koppaði Niðurlondum í áttandapartsdfinaluni
Danmark er á pappírinum favorittur í kvøld, men tá londini hava hittst í EM-endaspølum hevur Kekkia verið omaná: 5-0 samanlagt í tveimum dystum. Í EM 2000 vunnu kekkar 2-0 í bólkasspælinum, og tá Danmark seinast var í einari fjórðignsfinaluni - í 2004 - vóru tað Koller, Baros og co. ið vóru banamenninir hjá dønum.
Hesaferð skal tað verða øðrvísi, er hugburðurin í Danmark nú. Nógvir danir eru farnir langa vegin til Aserbadjan, og eins og í Amsterdam verður eitt slag av heimavallarfyrimuni, tí tað vera lutfalsliga fáir kekkar á stóra leikvøllinum, har Føroyar spældu í 2018. Ferðin er long og dýr, og kekkiski toppskjúttin Patrik Schick hevur sagt, at tað gevur onga meining at spæla dystin í landinum, ið landfrøðiliga er meira í Asia enn í Evropa.
Dysturin skal so spælast har, og um nakrar tímar vita vit, hvør skal spæla hálvfinalu á Wembley mikudagin. Danmark hevur havt eina heila viku frí, og sambært Hjulmand eru allir mans tøkir til fyrstu fjórðingsfinaluna hjá danska manslandsliðnum í 17 ár.
EM 2020(2021) fjórðingsfinalur
Í dag- Leygardagin 3. juli
17.00: Kekkia - Danmark (Baku)
20.00: Ukraina - Ongland (Rom)
Í gjár - Fríggjadagin 2. juli
Sankta Pætursborg
Sveis - Spania 1-1 eftir vanliga leiktíð - 2-4 eftir brotssparkskapping
8' Sjálvmál 0-1
68' Xerdan Shaqiri 1-1
Brotssparkskapping
Sergio Busquets brennur
Mario Gavranovic 2-1
Dani Olmo 2-2
Fabian Scär brennur
Rodri brennur
Manuel Akanji brennur
Gerard Moreno 2-3
Ruben Vargas brennur
Mikel Oyarzabal 2-4
München
Belgia - Italia 1-2 (1-2)
31' Nicolá Barella 0-1
44' Lorenzo Insigne 0-2
45 (+2) Romelu Lukaku br. 1-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald