Fótbóltur

Danskur áleypari til Skála

Talan er um kent navn í føroyskum fotbólti.

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

2018-07-12 23:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski flytingargluggin letur aftur á midnátt. Higartil í summar, hevur Skála ikki gjørt nakað um seg á leikaramarknaðinum. Andri Benjaminsen er farin aftur til NSÍ, eftir at hann hevur verið leigaður yvirum fjørðin í fyrru hálvu. Eingin leikari er komin inn á Skála; ikki fyrrenn nú.

Skála skrivar á sínari Facebook-siðu, at felagið hevur gjørt avtalu við Søren B. Nielsen. 27-ára gamli danin spældi í fjør og fyrraárið vid 07 Vestur. Har skoraði hann, sambært Faroe Soccer, 35 mál í 41 dystum. 26 av teimum vórðu skoraði í 1.deild í 2016, men tølini vísa at hetta er ein málfarligur leikari.

Søren hevur spælt fyri Viborg, síðani hann fór ur Føroyum seinasta kappingarár, men sambært Skála so ynksti hann at koma aftur til Føroya, og tað eydnaðist at fáa pappírsarbeiði uppá pláss ádrenn midnátt.

Avtalan ímillum Skála og Søren B. Nielsen er galdandi restina av kappingarárinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder