Fótbóltur

Danskur vinstri bakkur til 07 Vestur

19 ára gamli Rasmus Juel Knudsen hevur luttikið í venjing hesa vikuna, og verður hann væntandi klárur til dystin móti AB sunnudagin, skrivar fótbóltsfelagið.

2022-06-16 08:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

07 Vestur hevur verið í Næsby og heintað 19-ára gamla Rasmus Juel Knudsen, sum skal styrkja um verjuna til seinnu hálvu.

Hóast ungan aldur, hevur Rasmus longu nærum tvey heil kappingarár í donsku landskappingini fyri menn. Fyrra árið slóg hann ígjøgnum á besta liðnum hjá Næsby, í donsku 2. deild, og í ár, eftir niðurflyting, í 3. deild.

Rasmus hevur luttikið í venjing hesa vikuna, og verður væntandi klárur til dystin móti AB sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder