Seinasta styrkiroyndin hjá føroysku dartleikarunum, aðrenn stóru altjóða kappingarnar, Tórshavn Open og Faroe Islands Open, var um vikuskifið. Kappast var í hølunum hjá D9 á Skála og vísti tað seg aftur hesaferð, at føroysku leikarnir eru til reiðar, at bjóða øllum stóru stjørnunum av.
Tá kappast verður í dart, verður spælt í trimum bólkum, kvinnur og so menn A og B, har B bólkurin er fyri teir meir óroyndu.
Benny Hansen úr D9 hevur seinnu árini verið í B bólkinum, og hevur gjørt tað framúr væl. Hesaferð valdi hann at royna seg millum teir bestu, og sigast má, at tað er har hann hoyrir heima. Benny spældi seg fram til finaluna, har hann tó tepurt tapti 7-5 á Jan McIntosh,. Eitt ótrúliga flott úrslit, og hevur hann evnini sum fáur, serliga tá hugsað verður um, at helvtina av árinum, so er hann við trolara, og ikki kann venja eins og aðrir.
Á veg til finaluna vann hann fyrst 5-2 á Hera Kallsoy, síðani 5-4 á landsliðsleikarnum Marjus Hansen, aðrenn hann í hálvfinaluni vann 6-3 á Remy G Hansen. Men tá komið var til finaluna, so var bitin ov stórur, men tó kundi hann fara stoltur yvir um fjørðin við eini silvurkrónu.
13 ár og bronsu
Eli Heinesen er tað mest spennandi navnið at fylgja í føroyskum dart í løtuni. Drongurin er 13 ára gamal, og longu í fjør sóu vit, at her er talan um ein leikara við serliga góðum evnum.
Eli spældi seg fram til hálvfinaluna, har hann tó tapti 4-1 á Petur Johansen, sum seinni vann kappingina. Á vegnum var nógv gott spæl og onkur 180’ari at síggja frá honum.
Ungdómurin hevur ordiliga tikið dart ítróttin til sín, og koma fleiri og fleiri í feløgini at venja, hetta er nokk ein ávirkan av, frálíku úrslitunum, sum 16 ára gamli Luke Littler hevur havt seinasta árið í altjóða kappingum, og nú manglar bara, at tey ungu eisini koma við til fleiri kappingar. Vit hava ikki sað so nógv ung í feløgunum, síðani einaferð í 90'unum, og er tað gleðiligt.
Petur Johansen úr D9 vann sum sagt B bólkin, har hann í eini spennandi finalu vann 5-4 á John Bjarna Fredriksberg úr D9.
Finalan hjá kvinnum var ímilllum Beintu Joensen úr KDF og Kristbjørg Vesturklett Reinert úr VDF, sjálvt um úrsliti segði 4-1 til klaksvíkskvinnuna, so var spenningur í hvørjum setti.
Stóru altjóða kappingarnar, Tórshavn og Faroe Islands Open, verða á Glasir 22. til 24. mars. Kappingin í ár verður sterkari enn nakrantíð, og fleiri heilt stór nøvn eru meldað til, baði hjá kvinnum og monnum. Enn ber til hjá føroyingum er tilmelda seg, tað verður gjørt á heimasíðuni hjá Havnar Dartfelag, hdf.fo.
Úrslitini
Menn A
1. Jan McIntosh, HDF
2. Benny Hansen, D9
3. Remy G Hansen, D9, og Jan Erik Fjallstein, VDF
Menn B
1. Petur Johansen, D9
2. John Bjarni Fredriksberg, D9
3. Eli Heinesen, Pílar og Skot, og Casper Christensen, D9
Kvinnur
1. Beinta Joensen, KDF
2. Kristbjørg Vesturklett Reinert, VDF
3. Durita Joensen, KDF, og Maibritt Hvíthamar, HDF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald