Annað

Dart: Hesar umboða Føroyar í EM-kapping í heyst

Beinta Joensen, Nadja Tróndardóttir, Jóna Miðalberg, og Theresa Enghamar manna kvinnulandsliðið, sum luttekur í WDF Europe Cup við Tjarnir.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-16 19:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 29. september til 3. oktober verður Dartsamband Føroya vertur fyri WDF Europe Cup, sum er kappingin um evropameistaraheitini í dart fyri landslið, og Dartsamband Føroya hevur í dag kunngjørt, hvørjar manna føroyska kvinnulandsliðið.

Hesar umboða kvinnulandsliðið til EM-kappingina, sum verður við Tjarnir:

  • Beinta Joensen, KDF
  • Nadja Tróndardóttir, D9
  • Jóna Miðalberg, KDF
  • Theresa Enghamar, HDF

[object Object]
(Myndir: Dartsamband Føroya)

39 lond við monnum og 36 lond við kvinnum hava boðað frá luttøku. Sostatt koma 75 landslið við tilsamans 300 spælarum úr øllum Evropa at luttaka í kappingini.

Fyrr í vikuni varð manslandsliðið avdúkað.

Les eisini: Hesir manna EM-landsliðið í dart

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder