2019-02-08 18:20
Fyrrverandi enski fótbóltsleikarin David Beckham fer nú at fáa sína egnu standmynd. Tað er fyrrverandi felag hansara LA Galaxy, sum hevur boðað frá, at felagið fer at avdúka standmynd áðrenn ársins fyrsta dyst, sum verður spældur móti Chicago Fire tann 2. mars.
Hildið verður, at hetta er fyrstu ferð at eitt fótbóltslið í USA ger standmynd av einum fyrrverandi leikara. Standmyndin fer at standa tætt við inngongdina til Dignity Health Sports Park, sum er heimavøllurin hjá LA Galaxy.
Beckham skifti til LA Galaxy í 2007. Áðrenn skiftið yvir til USA spældi hann við Manchester United og Real Madrid.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald