Fótbóltur

David Beckham keypt part av Salford City

Fyrrverandi Manchester United leikarin eigur nú í sama felag, sum fleiri av hansara fyrrverandi liðleikarum.

2019-01-24 18:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

David Beckham hevur keypt tíggju prosent av virðisbrøvunum í Salford City, sum spælir í fimtu bestu deildini í Onglandi. Aðrir eigarar í felagnum eru fyrrverandi liðleikarar hjá David Beckham.

Phil Neville, Gary Neville, Nicky Butt, Paul Scholes og Ryan Giggs eiga allir tíggju prosent hvør av felagnum.

Meðan hinir leikararnir, sum David Beckham spældir saman við í Manchester United, hava átt í felagnum síðani 2014, er tað ikki fyrrenn nú, at Beckham er farin uppí.

Salford City spælir í útjaðaranum av Manchester, har David Beckham búði, tá hann flutti úr London til Manchester sum ungur spælari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder