Fótbóltur

Dávid Langgaard til ÍF

Uppflytararnir styrkja seg nú við enn einum leikara úr KÍ.

Dávid Langgaard (nr.2) skal nú royna seg í Fuglafirði
(Mynd: Norðlýsið)

Dávid Langgaard (nr.2) skal nú royna seg í Fuglafirði (Mynd: Norðlýsið)

2019-01-25 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðini í Betrideildini eru ikki liðug at styrkja seg. Í dag bórust tíðindini um, at 23-ára gamli Dávid Langgard komandi ár skal spæla fyri ÍF. Tað er heimasíðan hjá KÍ, ið boðar frá at leikarin, ið er uppvaksin í felagnum nú skiftir til ÍF.

Dávid kom inn á 1. deildarliðið sum bert 16-ára gamal og breyt av álvara ígjøgnum í 2016, tá hann gjørdist partur av góðu gongdina hjá besta liðnum. Dávid Langgaard spældi tað árið 22 dystir fyri besta liðið hjá KÍ, men síðani hava álvarsligir og viðvarandi skaðar sett honum meinbogar í vegin.

Leikarin av Norðoyri spældi tó 16 dystir í 1.deild í fjør, og hann var ein týðandi partur av góðu gongdina hjá KÍ fyrra partin av kappingarárinum. Davíd skoraði 9 mál, hóast hann var miðverji fyri tað mesta. 

Dávid kann røkja tey flestu plássini á vøllinum. Nýggi leikarin í Fuglafirði hevur sambært FaroeSoccer spælt 21 dystir í Betrideilini, fýra í steypakappingini og 87 dystir í 1. deildi. Fysiskt sterki og fjøltáttaði leikarin hevur eisini spælt tveir U21 landsdystir. Hann gerst fjórði leikarin hjá ÍF, ið er uppvaksin hjá KÍ. Henry Heinesen, ið eisini spældi í 1. deild í fjør, kom í vetur og Poul N. Mikkelsen og Gunnar Christiansen hava verið í ÍF seinastu árini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder