Fríggjadagin slepti Lyngby eina bumbu niður í danska fótbóltsheimin: 50 dagar í venjarasessinum var nóg mikið - ella ov nógv - hjá Magna Hoseth, sum felagið keypti úr KÍ í januar.
Sí eisini: Magne Hoseth uppsagdur eftir 50 døgum
Norðmaðurin var ov ógreiður og afturlatin vóru størstu trupulleikarnir, sambært umboðum frá Lyngby. Útsagnirnar hava verið bersøgnar og beinleiðis, og tað at millum annað Andreas Byder hevur úttalað seg soleiðis um støðuna, og greitt róð framundir at Magne Hoseth var óegnaður til uppgávuna, hevur skapt nógv kjak.
Nú hyggur Lyngby frameftir. Hetta skrivaði felagið á heimasíðu sínari í gjárkvøldið, í samband við at tað var kunngjørt, at David Nielsen skal taka fyribils yvir.
47-ára gamli danin hevur verið nógv umrøddur sum spælari og venjari fyri serliga sína persónligheit. David Nielsen hevur fingið flott úrslit í løtum sum venjari - millum annað í Lyngby. Hann var venjari í felagnum frá 2015 til og við 2017, og annað kappingarárið endaði Lyngby sum nummar trý í Superliguni.
Hann hevur eisini roynt tað sama í AGF og var eitt stutt skifti í vetur í grikskum fótbólti.
Lyngbo Boldblub slær fast, at man ikki er í kreppu, og at byrjað verður frá null, í mun til hesa várhálvuna. Til hesa uppgávuna er David Nielsen tann perfekti maðurin, skrivar lyngby-boldklub.dk. Lyngby er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, nú tólv umfør eru eftir samanlagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald