11. januar keypti Lyngby Boldblub Magne Hoseth leysan úr KÍ. Eftir at Freyr Alexandersson varð seldur til belgiskan fótbólt, var tað 43-ára gamli norski venjarin við góðu evropeisku úrslitunum við føroyameistarunum, ið skuldu leiða Lyngby víðari.
Hetta var eitt mistak - ella soleiðis sær Lyngby uppá tað í dag, undir tveir mánaðir seinni.
- Tú hevur starvsfólk uttan veruliga vónir fyri framtíðina á einari síðu og ein fantastiska sympatiskan mann við bara 50 døgum í stólinum á hinari síðu. Tað er ikki ein stuttlig avgerð uppá nakran máta, og vit kunnu bert vóna, at fótbólts-Danmark ikki slaktar okkum, men skilir tí spentu støðuna.
Hetta sigur stjórin í Lyngby BK, Andreas Byder, við lyngby.dk, í samband við at felagið fyrrapartin hevur slept bumbuni: Magne Hoseth er uppsagdur eftir bert 50 dagar sum Lyngby-venjari.
Ein tungur dagur fyri Magna Hoseth sum hevði frálík og søgulig úrslit í Evropa við KÍ, umframt at 43-ára gamli norðmaðurin hevur eitt føroyameistaraheiti (Mynd: Bjarni Enghamar)
Tað tykist sum ein ógvuliga løgin avgerð, men felagið roynir at greiða frá, at hetta snýr seg um, at man gjørdi eina feilmeting, í mun til setanina. Ímillum linjurnar skilst, at Magne Hoseth ikki var tað, sum Lyngby BK væntaði at fáa - íhvussu er ikki útfrá sjey vikum, sum ikki er nakað stórt grundarlag.
Lyngby skrivar, at tað heilt tíðliga vóru tekin um, at arbeiði hjá nýggja venjaranum var "ov ógreitt", og at hann var ov lítið íblandaður. Fólkini rundanum hava verið frustreraði og kedd - og nú er tað sama galdandi fyri spælararnar. Sambært felagnum, sum hevur sparkað venjaran til hús, so var trúgvin uppá, at hetta fór at rigga undir Magna Hoseth farin.
Danska felagið tekur tó í egnan barm og viðurkennir, at man hevur sett persónin Magna Hoseth í eina ógvuliga keðiliga støðu í vetur.
- Vit eru ógvuliga kedd av støðuni. Tað eru bert vit, sum kunnu vera fyri atfinningum, og vit vilja gera alt fyri at hjálpa Magna og familjuni víðari. Tað eru vit, sum hava tikið Magna úr einum góðum starvi, fingið hann til Danmarkar, og og tað mugu sostatt vera vit, sum taka skrellið. Vit hava einki at lasta Magna fyri, og vit vóna, at tað er greitt, at hetta einki hevur við tveir teir fyrstu dystirnar eftir vetrarsteðgin at gera.
Fyrrverandi KÍ-høvuðsvenjarin fekk bert tveir dystir í Superliguni. Báðir endaðu við teprum tapi: FC Nordsjælland (2-3) og Randers FC (0-1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald