Hondbóltur

David og Tróndur skulu venja U08-kvinnurnar

HSF hevur gjørt avtalu við David Edvardsen og Trónd Kragesteen. Genturnar, sum eru føddar í 2008 og 2009, hava verið partur av leikaramenning og føroysku U16-landsliðið skal til European Open næsta ár.

David Edvardsen og Trónd Kragesteen skulu næsta ár hava ábyrgd av U16-gentulandsliðnum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

David Edvardsen og Trónd Kragesteen skulu næsta ár hava ábyrgd av U16-gentulandsliðnum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2023-11-22 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við David Edvardsen og Trónd Kragesteen um at standa á odda fyri U08-landsliðnum hjá kvinnum næstu tvey árini.

Hetta skrivar hsf.fo.

- Talan er um gentur føddar í 2008 og 2009. Genturnar hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF og verða nú til eitt ungdómslandslið, sum skal luttaka í kappingum.

Føroysku U16-kvinnurnar skulu spæla European Open í Gøteborg fyrsti í juli í 20224. Summarið 2025 skulu gentur í árgangunum 2009 og 2009 spæla EM-kapping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder