Hondbóltur

Dávid Reynheim úr Torino í Djúpumýrar

Hálvi klaksvíkingurin legst afturat hópinum í venjingarleguni í Albir. Hann hevur skrivað undir fýra ára sáttmála við KÍ.

Dávid Reynheim fór úr HB til Torino fyri hálvum øðrum ári síðani - her í stórsteypadysti móti KÍ har hann skoraði í fyrsta vaksnamannadystinum (Mynd: RSmedia)

Dávid Reynheim fór úr HB til Torino fyri hálvum øðrum ári síðani - her í stórsteypadysti móti KÍ har hann skoraði í fyrsta vaksnamannadystinum (Mynd: RSmedia)

2026-01-17 13:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dávid Reynheim hevur skrivað undir við KÍ. Hesum boðar felagið frá seinnapartin.

Ungi havnarmaðurin, sum kortini er hálvur klaksvíkingur, hevur í hálvtannaða ár verið í Torinio. Har hevur áleyparin millum annað vunnið italska meistaraheitið í U17.

Nú hevur hann valt at koma aftur til Føroya - og at spæla í kongabláum.

- Eg eri ótrúliga glaður og stoltur yvir at hava skrivað undir við KÍ. Eftir mína tíð í Torino kenni eg meg kláran at taka næsta stigið í míni yrkisleið, og KÍ kensist sum rætta staðið hjá mær. Tí at venjingarstøðið er høgt og umhvørvið er sera proffessionelt. Felagið hevur sýnt framúr vinnaramentalitet og hevur imponerað stórt í Evropa. Og so dámar mær væl avbjóðingar og kapping. Hetta er orsøkirnar til, at eg valdi KÍ, sigur hann við heimasíðuna hjá KÍ.

Talan er um ein fýra ára langan sáttmála.

Dávid Reynheim fyllir 18 ár um eina viku. Hann spældi í fjør í fýra U21-landsdystum og skoraði avgerandi málið í sigrinum í Luksemborg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder