Fótbóltur

DBU í øðini inn á Fifa

Alt bendir á, at Infantino verður afturvaldur við stórum meiriluta á komandi Fifa-kongress.

Sveitsiski liðskiparin við umstrídda liðskiparabindinum. Myndin er frá einum venjingardysti undan HM-kappingini (Mynd: EPA)

Sveitsiski liðskiparin við umstrídda liðskiparabindinum. Myndin er frá einum venjingardysti undan HM-kappingini (Mynd: EPA)

2022-11-23 17:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska fótbóltssambandið, DBU, er í øðini inn á heimsfótbóltssamgonguna Fifa eftir at liðskipararnir eru hóttir við revsing um teir bóru eitt ávíst liðskiparaband undir HM-dystunum í Katar í hesum døgum.

Tað snýr seg um ælabogalitta ‘One Love’-liðskiparabindið, sum ikki bara danski liðskiparin, men fleiri aðrir eisini, ætlaðu at bera til dystirnar undir HM-kappingini.

Í dag hevði DBU kallað inn til tíðindafund í Katar, har DBU-forsetin, Jesper Møller, setti orð á vreiðina inn á heimsfótbóltssamgonguna.

- Íkomna støðan er heilt serlig. Eg havi aldrið upplivað nakað líknandi. Eg eri ikki bara vónsvikin, eg eri illur. Eg havi verið við síðan 1998. Hetta kann ikki góðtakast, tað sum vit uppliva á ymsum fundum, tíðindafundum. Rasisma, hykl og so víðari, segði Jesper Møller á tíðindafundinum har hann eisini heitti á miðlarnar um at lata vera við at órógva spælararnar á landsliðnum við politiskum spurningum.

Jesper Møller greiddi frá, at umboð fyri fleiri fótbóltssambond hava verið saman fyri at tosa um íkomnu støðuna. Hesi lond eru samd um at undrast yvir, hví teimum er sýtt fyri at brúka liðskiparabindini.

Londini, við Týsklandi á odda, eru nú farin undir eitt arbeiði at kanna um bannið yvir høvur er lógligt, og um hetta ikki er eitt mál fyri altjóða ítróttadómstólin, CAS.

Á tíðindafundinum greiddi Jesper Møller eisini frá, at alt bendir á, at forsetin fyri Fifa, Gianni Infantino, verður afturvaldur uttan mótvalevni.

Men hann legði dent á, at tað ikki verður við donskum stuðli.

- Vit hava eina politiska støðu, har tað er forsetaval til komandi ársfund. Tað eru 211 lond í Fifa, og seg skilji, at forsetin hevur fingið stuðulsváttan frá 207 londum. Eg kann upplýsa, at Danmark ikki er millum hesi 207 londini, segði Jesper Møller.

Les eisini: FSF bíðar við at taka støðu til Infantino-stuðul

52 ára gamli Infantino varð fyrstu ferð valdur sum ovasti leiðari í Fifa í 2016.

[object Object]
Gianni Infantino, Fifa-forseti, avmyndaður til dystin millum Marokko og Kroatia á Al Bayt leikøllinum í Al Khor í dag (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder