KÍF og Team Klaksvík spældu í kvøld í SMS-deildini, sum er besta mansdeildin í hondbólti. Spenningur var undan dystinum, sum varð leiktur í høllini í Kollafirði, tí Team Klaksvík skuldi helst vinna dystin fyri at hava møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar.
Tað vóru kollfirðingar, sum byrjaðu dystin betri og tá eitt lítið korter var farið var stðan 9-5. Eftir hetta hevði KÍF trupult við at fáa mál, og tað gingu átta minuttir áðrenn teir aftur komu á máltalvuna.
Team Klaksvík fekk sítt spæl at rigga, og hálvleiksstøðan var 18-13 til útiliðið.
Alt bendi á ein Team Klaksvík-sigur, og tá bara tíggju minuttir vóru eftir at spæla var støðan 29-24 til gestirnar.
Kollfirðingar kláraðu tó at hála ein javnleik heim. Dysturin endaði 31-31.
Team Klaksvík hevur VÍF og Neistan eftir, meðan KÍF hevur tríggjar dystir eftir og skal spæla móti H71, StÍF og VÍF.
KÍF-Team Klaksvík 31-31 (13-18)
Nicklas Selvig 8 mál, KÍF. Valentino Valentakovic 10 mál, Team Klaksvík
Støðan
1. VÍF (26 stig)
2. H71 (23 stig)
3. Neistin (17 stig)
4. KÍF (16 stig)
5. Team Klaksvík (14 stig)
6. Kyndil (6 stig)
7. StÍF (6 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald