Fótbóltur

Deyðbóltar góvu mál í Klaksvík

Aserbadjan skoraði við beinleiðis frísparki og síðani tíðliga í 2. hálvleiki við hornasparki. Sunniva Willemoes minkaði við stútara, men føroyska kvinnulandsliðið hevur framvegis fyrsta stigið til góðar í Nations League.

Føroyar minkaðu um munin, tá Sunniva Willemoes stútaði bóltin væl í málið. Hetta var tó ikki nóg mikið til stig (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar minkaðu um munin, tá Sunniva Willemoes stútaði bóltin væl í málið. Hetta var tó ikki nóg mikið til stig (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-27 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triði dysturin hjá Føroyum í hesari fyrstu Nations League-kappingini hjá kvinnum er spældur við Djúpumýru seinnapartin. Tað eydnaðist at koma á máltalvuna men ikki at fáa stig, sum málið annars heilt víst var.

Føroyar byrjaðu betri, og longu í fyrsta álopinum kom Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir í góða støðu, har skotið tó fór framvið. Til tíðir fluttu føroysku kvinnurnar bóltin væl, men stóru málmøguleikarnir manglaðu.

Útiliðið tyktiskt ikki at trívast á graslíkinum og í kuldanum í Klaksvík fyrstu løtuna. So líðandi tók Aserbadjan tó yvir og fekk trýst Føroyar eitt sindur aftur. Í 30. minutti var fríspark á brotsteigarmarkinum, sum Kristina Bakaramdze hegnisliga sendi uppum múrin og Óluvu Allansdóttir Joensen í málinum.

Tað var nær við at gerast 0-2 áðrenn steðgin, og fimm minuttir inn í 2. hálvleik eydnaðist teimum í reyðum at økja. Eftir hornaspark ruddaðu Føroyar ikki nóg langt burtur, og skotið hjá verjuspælaraum Manu Mollayeva sníkti seg innum nærru stongini.

Nú var mótbrekka hjá Føroyum, ið ikki høvdu skorað í teimum fyrstu fimm hálvleikunum í kappingini. Gjøgnum hálvleikinum komu okkara tó í nakrar skotstøður, og eftir 82 minuttir fingu Føroyar minkað um munin. Tórunn Højgaard Joensen, ið byrjaði fyri leikbannaðu Áslu Johannesen, sendi gott horna inn úr høgru, og mitt fyri málið var Sunniva Willemoes Dal Christiansen hægst og stútaði bóltin í málið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Føroyskur fagnaður eftir 1-2 málið sum var tað fyrsta í Nations League-kappingini (Myndir: Sverri Egholm)

19-ára gamla Sunniva Willemoes úr HB skoraði sítt fyrsta landsliðsmál - tíverri var tað ikki nóg mikið til føroyskt stig. Okkara royndu at leggja trýst á, og í yvirtíðini fekk Eyðvør Klakstein ein góðan møguleika. Tað endaði tó 1-2: Triðja eitt-máls tapið í eins nógvum dystum.

Føroyska liðið skal royna at byggja uppá og fáa stig móti Kýpros á Tórsvølli týskvøldið. Fleiri myndir og samrøður seinni.

Nations League, Deild C - bólkur 3
3. umfar, fríggjadagin 27.10
Føroyar - Aserbadjan 1-2
30' Kristina Bakaramdze 0-1
50' Mana Mollayeva 0-2
83'  Sunniva Willemoes Dal Christiansen (Tórunn Højgaard Joensen) 1-2

Føroyar (4-5-1): Óluva Allandsdóttir Joensen - Julia Naomi Mortensen, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan (L), Tórunn Højgaard Joensen - Rúna Jacobsen, Heidi Sevdal, Eyðvør Klakstein, Jensa Kannuberg Tórlolvsdóttir - Malena Olsen

Hesar komu inn: Rebekka Fjallsá Benbakoura, Fridrikka Maria Clementsen, Tóra Mohr og Mona Rasmusdóttir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder