Fótbóltur

Deyðbóltur kostaði í Derry

Heimaliðið var serliga omaná fyri steðgin og skoraði einasta málið miðskeiðis í hálvleikinum eftir hornaspark. HB megnaði ikki at svara aftur og skoraði harvið ikki í teimum 180 minuttunum.

Tað eydnaðist Derry at skora einaferð og tað var nóg mikið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist Derry at skora einaferð og tað var nóg mikið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-20 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

So nær við og tó. Hetta gjørdist samlaða kenslan hjá HB og Víkingi í kvøld. Eins og við Djúpumýru, var tað serliga ein deyðbóltur, ið kostaði føroyska liðnum.

Derry City var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og eitt mál lá í luftuni, tá heimaliðið fekk horna í vinstru í 23. minutti. Tað kom væl innfyri, og sterki miðvallarin Sadou Diallo stútaði bóltin í netið tætt undir málinum.

Hetta gjørdist einsamalla málið í dystinum og í allari uppgerðini. HB kom betri við móti endanum av fyrra hálvleiki og bjóðaði meira av eftir steðgin, tá man skuldi jagstra, men Derry var vælskipað og skerpni manglaði hjá teimum svørtkløddu úr føroyska høvuðsstaðnum á ivasama graslíkisvøllinum.

HB hevði nakrar góðar møguleikar yvir tveir dystir og fekk verið heilt væl við á fleiri økjum men tók ikki av móti norðurírska/írska liðnum, sum var stinnari og fer víðari. Evropeiska summarið hjá HB er annað árið á rað av eftir 1. umfar í Conference League. 

Conference League 1. umfar, 2. dystur
Hósdagin 20. juli - Brandywell, Derry
Derry City-HB 1-0 (1-0) 

HB (4-3-3): Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Adrian Rúnasson Justinussen, Emil Berger, Dan í Soylu - Áki Debes Samuelsen, Mads Borchers, Ári Mohr Jónsson

Hesir komu inn: Heðin Hansen, Jákup Thomsen, Heri Hjalt, Mikkel Dahl og Mattias Præst Nielsen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder