Fleiri spennandi dystir vóru á skránni í Champions League í kvøld.
Í Paris brustu PSG og Real Madrid saman. Longu eftir 14 minuttir løgdu vertirnir seg á odda við málið frá fyrrverandi Real Madrid stjørnuni Angel Di Maria. Argentinski miðvallarin var aftur á blettinum eftir 33 minuttir tá hann økti um leiðsluna til 2-0. Í báðum førum var talan um frálíkt skot við vinstra beininum hjá Di Maria. Í yvirtíðini staðfesti Thomas Meunier sigurin, tá hann skoraði til endaliga úrsliti 3-0 - ein fult uppiborin PSG-sigur á spanska stórfelagnum
Á Wanda Metropolitano leikvøllinum í Madrid møttust Atletico Madrid og Juventus. Her var talan um ein heldur taman fyrra hálvleik, meðan tað kom meira lív í, í seinna hálvleiki. Bert tveir minuttir inn í seinna hálvleik legði Cuadrado Juventus á odda, tá hann smekkaði bólti upp í handara málhorn. Tá 65 minuttir vóru spældir økti Blaise Matuidi um støðuna til 2-0, og tað líktist einum Juventus-sigri. Men bert fimm minuttir seinni minkaði Stefan Savic um munin. Eftir hetta royndi Atletico at trýsti fyri at fáa újavnandi málið; hetta gav eisini møguleikar í hinum endanum. Men í síðsta minuttinum av vanligu leiktíðini eydnaðist tað Atletico at javna til endaliga úrsliti 2-2 við málið frá Hector Herrera.
Í Grikkaland fekk Tottenham bert eitt stig, hóast finalistarnir frá í fjør vóru á odda 2-0 eitt skifti, tá teir spældu javnleik 2-2 ímóti Olympiakos. Hjá Tottenham skutu Harry Kane og Lucas málini, meðan Daniel Podence og Mathieu Valbuena skoraðu fyri Olympiakos.
Í Ukraini livdi Manchester City upp til vónirnar tá teir vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Shaktar Donetsk. Málini hjá City skutu Ryad Mahrez, Ilkay Gundogan og Gabriel Jesus.
Úrslitini í kvøld vóru hesi
Bólkur A
Club Brügge – Galatasaray 0 – 0
PSG – Real Madrid 3 – 0
Bólkur B
Olympiakos – Tottenham 2 – 2
Bayern München – Reyða Stjørna 3 – 0
Bólkur C
Dinamo Zagreb – Atalanta 4 – 0
Shaktar Donetsk – Mancheste City 0 – 3
Bólkur D
Atletico Madrid – Juventus 2 – 2
Leverkusen – Lokomotiv Moskva 1 – 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald