Hondbóltur

Dia Midjord verður venjari í Noregi

Hevur skrivað sáttmála við felagið Florø SK Handball, sum spælir í triðju deild.

Dia Midjord, til vinstru, her sum hjálparvenjari hjá manslandsliðnum í hondbólti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Dia Midjord, til vinstru, her sum hjálparvenjari hjá manslandsliðnum í hondbólti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-08 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski hondbóltsvenjarin, Dia Midjord, fer komandi trý árini at taka sær av venjingini í norska hondbóltsfelagnum Florø SK Handball.

Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Dia Midjord er útbúgvin journalistur, útbúgvin í Noregi. Hann var stjóri fyri Kringvarp Føroya árini 2012 til 2017. Seinastu árini hevur hann verið stjóri í Pf. Auto, men fór úr hesum starvi herfyri.

Dia hevur hægstu útbúgving innan hondbóltsvenjing, og hevur við síðuna av sínum vanliga arbeiði, verið venjari á høgum støði í føroyskum hondbólti, eisini við ábyrgd av ymsum landsliðum.

Nú verður hondbóltur hansara høvuðsstarv. Heimasíðan hjá Florø SK skrivar, at Dia Midjord verður fulltíðarsettur í felagnum, og verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og kvinnuliðnum hjá felagnum. Eisini fær hann fakligu ábyrgdina av venjingini í ungdómsdeildini.

Dia Midjord hevur fyrr roynt seg sum venjari í felagnum, skrivar Florø SK Handball.

Felagið skrivar, at setanin av Dia Midjord er ein liður í eini strategi at lyfta støðið í felagnum, so at felagið kann staðfesta sína støðu sum ein kraftdepul í norskum hondbólti “millum Bergen og Molde”.

Dia Midjord byrjar í starvinum í august.

Umleið 9.000 fólk búgva í Florø, ið liggur við vesturstrond Noregs, umleið 150 kilometrar norðan fyri Bergen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder