2019-01-08 22:30

Í seinastu viku boðaði Víkingur frá, at tveir serbiskir leikarar spæla í felagnum í 2019. Hetta var fyrsti styrkurin hjá liðnum úr Eysturkommunu í ár.
Les meira: Víkingur fær styrk úr Serbia
Í kvøld skrivar Norðlýsið, at Dion Splidt hevur skrivað undir sáttmála við Vìking. 29 ára gamli kantspælarin er av Argjum, men hevur seianstu tvey árini spælt norðanfyri; fyrst í KÍ í 2017 og síðani fyri ÍF í 1.deild í fjør.
Nú skal Dion royna seg í Víkingi, har hann aftur kemur at spæla undir Sámal Erik Hentze.
Dion Splidt er skrásettur fyri 135 dystir og 19 mál í bestu deildini á FaroeSoccer. Hann vandi við Víkingi fyri fyrstu ferð í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald