Nógv umrøddi hondbóltsdysturin á Hálsi í gjár millum Neistan og VÍF hevur nú fingið dómaranevndina at harta venjaran hjá VÍF, John Larsen.
Í skrivi, sum er lagt á heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum hartar dómaranevndin VÍF-venjaran - serliga fyri samrøðuna sum hann gjørdi við Kringvarpið beint eftir dystin, har rok var um dómaraborðið hevði skrásett rætt, og um úrslitð av dystinum tí var rætt ella ikki.
- Í samrøðuni úttalar venjarin hjá VÍF seg niðurgerandi um føroyskar dómarar og dómaraborðið, og hetta heldur dómaranevndin er sera óheppið. Eisini sýndi venjarin hjá VÍF ósømiligan atburð við dystarenda.
- Dómaranevndin viðurkennir talufrælsið, men vil samstundis vísa á, at venjarar eru leiðarar og fyrimyndir og setur óhóskandi málburður og umrøða okkara ítrótt og dómarar í ringt ljós.
Dómaranevndin hevur í slíkum føri heimild til at vísa tílíkan atburð og útsagnir til aganevndina til viðgerðar. Í nevnda føri hevur dómaranevndin heitt á VÍF um at tryggja, at hetta ikki endurtekur seg. Dómaranevndin ger ikki meira við málið, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald