Fótbóltur

Dómaravitjan úr Noregi

Sum partur av norðurlendska dómarasamstarvinum, var norskur dómar, umframt ein hjálpardómari, til dystin í Betri Deildini hjá kvinnum millum EBS/Skála og 07 Vestur síðsta vikuskifti..

Niloo Kafili, Marit Skurdal og Heini Ziskason Viðoy leiða leiða EBS/Skála og 07 Vestur á vøllin undir Mýruhjalla á Skála (Mynd: Bjarni Enghamar)

Niloo Kafili, Marit Skurdal og Heini Ziskason Viðoy leiða leiða EBS/Skála og 07 Vestur á vøllin undir Mýruhjalla á Skála (Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-08-18 10:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá EBS/Skála og 07 Vestur spældu dyst í Betri Deildini hjá kvinnum seinasta leygardag, vóru dómari og hjálpardómari úr Noregi komnir til Føroya at døma. Talan var um 25 ára gomlu Marit Skurdal, ið var dómari, og 23 ára gomlu Niloo Kafili, sum var hjálpardómari. Afturat sær høvdu tær Heina Viðoy, ið eisini var hjálpardómari.

Tað var tilætlað, at tað ikki var ein heil dómaratrio á vitjan. Tí soleiðis verður nevniliga neyðugt at blanda dómarar úr báðum londunum, og á tann hátt kunnu dómarar og hjálpardómarar fáa íblástur og innilit í ymisk viðurskifti hjá hvørjum øðrum.

Fótbóltssamband Føroya hevur í fleiri ár samstarva við norska fótbóltssambandið um eina skipan, har dómarar ferðast ímillum Noregi og Føroyar at døma dystir, og hetta er eitt dømi uppá tað.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Bjarni Enghamar

Marit og Niloo hava síðani í ávikavist 2013 og 2015 verið partur av norska dómaraskúlanum, har tær hava verið í nøkur ár, og so hava tær eisini luttikið í samlingum og tiltøkum, sum hava verið í samband við dystir. Nú eru tær báðar tað sum kallast NFF toppdómarar.

Norsku dómararnir lótu væl at vitjanini í Føroyum og halda, at skipanin ímillum norðurlendsku londini er ein góður møguleiki fyri dómararnar at sleppa at royna seg uttanlands.

Lassin Isaksen, dómaraleiðari í FSF greiðir frá, at í Føroyum hava vit tíverri ongar virknar kvinnuligar dómarar í løtuni, og tískil fáa vit ikki sent kvinnur til Noregs at døma. Men vónandi kann hetta kveikja um áhugan hjá føroyskum kvinnum at gerast fótbóltsdómarar, so hetta kann gerast møguligt í framtíðini.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder