Punktum er nú sett í málinum um Mikkjal Thomassen, sum fyrradagin fekk dóm í Føroya rætti fyri hóttanir. Hann fekk 30 daga treytað fongsulsrevsing umframt at gera samfelagstænastu í 40 dagar.
Tað fær kortini ongar avleiðingar í fótbóltsfelagnum Fredriksstad FK, har Mikkjal Thomassen nú er høvuðsvenjari.
- Vit vistu um málið tá vit settu Mikkjal í starv. Dómurin fer ikki at ávirka okkara samband við Mikkjal ella arbeiðið hansara í felagnum, sigur Joacim Heier, ítróttarstjóri í Fredriksstad FK, við norska TV2.
Mikkjal Thomassen og Fredriksstad FK tryggjaðu sær í ár uppflyting í bestu deildina í Noreg.
Góðtekur revsingina
Rætturin metir, at prógv eru fyri, at Mikkjal Thomassen skal hava sagt "eg skal knúsa tíni bein, oyðileggja tína fótbóltsyrkisleið og tína sivilu yrkisleið” í býnum við ein fótbóltsspælara, og samstundis trýst hann bringuna. Tað var grundarlagið undir dóminum, sum varð sagdur.
- Eg eri keddur um tað sum hendi. Eg góðtaki revsingina og eri glaður fyri at leggja lok á málið, soleiðis at familja mín og eg kunnu koma víðari, sigur Mikkjal Thomassen í skrivligum boðum til norska TV2.
Tað er ákæruvaldið, sum av sínum eintingum hevur tikið málið um fyrrverandi KÍ-venjaran upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald