Fótbóltur

Dovbyk knústi svensku dreymarnar í 121. minutti

Teir tíggju sviarnir vóru á veg at verja seg til brotssparkskapping, men so sendi Zinchenko ein góðan bólt inn í brotsteigin, og áleyparin, ið kom inn í longdu leiktíðini og spældi sín fyrsta dyst í einum endaspæli skrivaði ukrainska søgu og tryggja fjórðingsfinalu móti Onglandi.

Sviar á knøðunum, meðan teir í bláum vita, at plássið í fjórðingsfinaluni so at siga er tryggjað (Mynd: EPA)

Sviar á knøðunum, meðan teir í bláum vita, at plássið í fjórðingsfinaluni so at siga er tryggjað (Mynd: EPA)

2021-06-29 23:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom inn fyri Andriy Yarmolenko, tá seinni hálvleikur í longdu leiktíðini fór í gongd. Liðformannin hjá Ukraina var útlúgvaður og hevði trupulleikar við tjúkkanum, og so skuldi 24-ára gamli áleyparin úr SK Dnipro royna at gera mun fyri land sítt í sínum fyrsta dysti í einum endaspæli. 

Vit venda aftur til mannin, sum í kvøld spældi sín bert fjórða A-landsdyst fyri einasta landið í Eysturevropa, sum framvegis er umboðað í EM. Tað vóru tvey gul-blá lið, ið á pappírinum fóru at spæla ein javnan dyst, sum hittust til seinastu áttandapartsfinaluna í EM 2020 (2021). Dysturin varð leiktur í Glasgow, har beint yvir 9.000 áskoðarar vóru til staðar.

Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, har liðini eisni fingu eitt mál hvør. Í 27. minutti fekk Yarmolenko pláss helt til høgru í brotsteignum. Við uttarusíðu av høgra fóti skrúðaði hann bóltin, og um ætlanin var at finna Oleksandr Zinchenko, ið hesaferð spældi meira til vinstru, eins og hann ger hjá Manchester City, er ósagt. Men 24-ára gamli leikarin hevði gott pláss og smekkaði so hart til við vinstra beini, at Robin Olsen ikki fekk hildið bóltinum. Svøríki tók stutt eftir hetta av álvara yvir, sum ukrainska liðið fór longur aftur á vøllin. Hetta gav pláss til skot uttanfyri brotsteigin í 43. minutti, og Emil Forsberg tók av, eftir at Alexander Isak fann hann. Bólturin fór umvegis beinið á einum verjuleikara í málið, og so var 1-1 Fjórða málið hjá Forsberg í endaspælinum - bert Cristiano Ronaldo hevur skorað fleiri (5)

[object Object]
Emil Forsberg skoraði aftur í kvøld - skeyt fýra mál í fýra dystum - men tað var ikki nóg mikið fyri liðið hjá Janne Andersson 

[object Object]
Olaksandr Zinchenko skoraði til 1-0 og legði upp til avgerandi málið. City-leikarin fekk liðskiparabandið, tá Yarmolenko noyddist út í longdu leiktíðini (Myndir: EPA)

Hendan støðan helt sær í 77 leikminuttir. Júst Forsberg var mest vandamikli leikarin hjá Svøríki í 2. hálvleiki, og hann rakti bæði stongina og yvirleggjaran - í seinna førinum skapti hann støðuna púra sjálvur við at seta tríggjar leikarar av við tøttum driblingum. Ukraina rakti eisini stongina, men eftir teir stóru møguleikarnir í fyrra helminginum av 2. hálvleiki, fór tað at lukta av longdari leiktíð. 

Soleiðis varð eisini. Svøríki og Ukraina tyktust at ikki vilja satsa ov nógv - heldur ikki í longdu leiktíðin, har fyritreytirnar tó broyttust nógv eftir tíggju minuttir. Tá royndi svenski verjuleikarin Marcus Danielson at rudda bóltin við einari takkling. Hann kom við knoppunum fremst og strektum beini, fekk bóltin, men eisini ovasta part av skinnabeininum hjá Artem Besyedin, ið fór haltandi av vøllinum. Í fyrstu syftu fekk Danielson gult kort, men frá tí at italski Giallatini fór út til skermin at hyggja, gekk óguvliga stutt tíð til reyða kortið var á lofti.

[object Object]

[object Object]
Marcus Danielson var ikki samdur í avgerðini, men takkling hansara varð mett at vera ov ógvuslig, og so noyddist Janne Andersson og hansara toymi at finna eina nýggja loysn (Myndir: EPA)

Sviar, ið høvdu verið nakað omaná samanlagt, vardu næstu tjúgu minuttirnar væl, og Ukraina fekk ikki av álvara ferð á spælið ella hótt. Men tá urið var farið av 120, og liðini næstan tyktust at vera farin undir at gera seg til reiðar til brotssparkskapping, ið sviar eyðsæð bara vildu til undir umstøðunum, fekk Zinchenko bóltin til vinstru. Artem Dovbyk hevði lagt seg ímillum Victor Lindelöf og Filip Helander, ið var komin inn á plássið hjá Danielson. Hann var ikki í rangstøðu og stútaði bóltin framvið Olsen, og so kundu Shevchenko, hansara menn og áskoðarar teirra stórfegnast.

[object Object]
Artem Dovbyk finnur pláss og stútar væl...

[object Object]
Lindelöf og Olsen irða seg um, at tað ikki eydnaðist at forða fyri málinum

[object Object]
Og Shevchenko hevur aftur skrivað EM-søgu fyri Ukraina - í 2012 skoraði hann fyrstu málini hjá landinum í einum EM. Tað var á heimavølli - móti Svøríki (Myndir: EPA)

Fagnaðurin var ikki minni eftir seinasta bríksl tveir minuttir seinni. Sum sjálvstøðugt land hevur Ukraina verið til eitt HM-endaspæl, har liðið kom allan vegin til fjórðingsfinaluna - í 2006 í Týsklandi. Í undanfarnu EM-endaspølunum er tað ikki eydnast at komið víðari úr bólkaspælinum. Hesaferð gekk tað sum ein av trý'arunum, ið bert fekk trý stig - ein sigur í bólkaspælinum. Nú er fjórðingsfinala móti Onglandi veruleiki. Dovbyk er ein hetja, og hetjustøðan hjá vernjaranum Andriy Shevchenko er ikki vorðin veikari. Í svensku leguni kunnu teir av álvara irða seg um ein mistan møguleika fyri enn einari fjórðingsfinalu. Svøríki vann annars bólk sín við sjey stigum.


Seinasta EM-Áttandapartsfinalam
Í dag - týsdagin 29. juni
Svøríki - Ukraina 1-2 eftir longda leiktíð - 1-1 eftir vanliga leiktíð
27' Oleksandr Zinchenko 0-1
43' Emil Forsberg 1-1
121' Artem Dovbyk 1-2

Fyrr í kvøld: 

Wembley, London
Ongland - Týskland 2-0 (0-0)
75' Raheem Sterling 1-0
86' Harry Kane 2-0

Les eisini: Ongland fyri aðru ferð

Nú er støðgur í endaspælinum í tveir heilar dagar. Fríggjadagin og leygardagin verða fjórðingsfinalurnar leiktar. Vinnararnir av dystunum fríggjadagin hittast í hálvfinaluni um ein viku, týsdagin 6. juli - vinnararnir av dystunum leygardagin hittast dagin eftir á sama leikvølli - Wembley. EM-finalan verður leikt í London sunnudagin 11. juli klokkan 20.

Fríggjadagin 2. juli
17.00: Sveis - Spania (Sankta Pætursborg)
20.00: Belgia - Italia 
(München)

Sunnudagin 3. juli
17.00: Kekkia - Danmark (Baku)
20.00: Ukraina - Ongland (Rom)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder