Tað vóru bara tvey mál á muni í fyrra dystinum, 24-22, sum varð leiktur í Føroyum fyri viku síðani, og tí var lagt upp til spenning, tá H71 í dag var á vitjan í Drammen nærhendis norska høvuðsstaðnum Olso.
Men tað bleiv ongantíð tann veruligi spenningurin. Støðan í steðginum var 15-9 til heimaliðið sum vann dystin 32-20.
Samanlagt vann Drammen sostatt 56-42, og liðið sum telist millum tey bestu í Norra, er hevur spælt seg víðari í European Cup.
Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá hoyvíkingum við seks málum.
Kvinnurnar hjá H71 spældu seg síðsta sunnudag trygt víðari í European Cup, og í morgin verður greitt hvørjum liði tær skulu møta í triðja umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald