Greipuvinnararnir úr SÍ hava mist leikarar og síggja veikar út, ímeðan tað er líkt til, at Dráttur við nýggjum venjaratoymi, har annar leikar á liðnum, endiliga hevur funnið lykilin til styrki og sigur.
Fleyr - TB 3-0 (25-14, 25-22, 25-13)
Lagt var upp til spenning. Undan hesum dystinum, hevði Fleyr tapt tveir javnar dystir og TB var flúgvandi í fyrsta dystinum ímóti SÍ. Men spenningur kom ongantíð í dystin.
TB er darvað av skaðum, har hevarin Ranja Magnussen leikti við einum skaða. Hesin skaðin hevur gjørt, at hon hevur givið avboð til U19 landsliðið. Hartil var miðjan Sharon Thora Holm uttanfyri við skaða. At ein av sterkastu leikarunum í kappingini Ariana Pereyra ikki fekk spælið at ganga eftir vild, gjørdi so bara støðuna hjá TB verri.
Nevnast skal so eisini her, at unga evnaríka miðjan hjá Fleyr, Emma Michala Sannino, eisini sat uttanfyri við einum knæskaða, sum kom undir stórsteypadystinum, og sum væntandi fer at darva hana eina tíð afturat.
Tað sá tó út til, at Fleyr fyri fyrstu ferð í ár, fekk spæl teirra at ganga eftir ætlan, og serliga vóru tað Helena Skylv Hansen og Anja Danielsen, sum gingu á odda.
Sigurin hjá Fleyr var sannførandi og spennandi verður at síggja, um Fleyr fer at megna at halda áfram og taka dystin upp ímóti Drátti og møguliga Mjølnir sum tykjast sterkar í ár.
Mjølnir - Dráttur 0-3 (25-27, 25-27 22-25)
Eftir at Mjølnir síðsta vikuskifti vann rættuliga sannførandi á Fleyr er líkt til, at Ragnar í Haraldstovu nú hevur fingið Mjølnir kvinnurnar at leika, soleiðis sum hann ynskir. Her var serliga Anna Arnholdsdóttir sannførandi á miðjuni og styrkurin av Nicholu Toftegaard hevur eisini gjørt stóran mun.
Tí var spenningur undan dystinum ímóti Drátti, sum hevur fingið nýtt venjaratoymi.
Vladimir Hauriska og Tereza Kerpcarová úr Slovakia standa nú á odda fyri liðnum og hartil leikar Tereza eisini á liðnum. Nevnast skal, at Tereza umframt at vera hjálparvenjari, helst er ein av sterkastu leikarunum í deildini.
Hetta var so eisini avgerðandi á degnum, har Dráttur vann ein 3-0 sigur, men í einum sera tøttum dysti.
KÍF - SÍ 3-0 (25-19, 25-15, 25-21)
Frágongdin hjá greipuvinnarunum í fjørð hevur verið stór og eru tær nú botnlið í Føroya Tele deildini fyri kvinnur. Liðið er so skert, at væntast má, at onkur styrkur fer at koma næstu vikurnar.
KÍF vann sín næsta dyst 3-0 og er oddalið.
Liðið hevur fingið en sera royndan venjara í Veselin Ðurovic úr Montenegro. Spennandi verður tó at síggja, í hvønn mun KÍF megnar at halda stigið, tá mótstøðan verður Dráttur, Mjølnir, Fleyr ella TB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald