Fyrsti dysturin hjá føroysku U17-dreingjunum í Nevza-kappingini varð spældur í morgun.
Tá spældu føroysku dreingirnir móti Íslandi, sum eisini vísti seg at verða eitt hart mótstøðulið.
Tvey tey fyrstu settini vóru púra jøvn, og tað kundi farið báðar vegir, men íslendingar vóru sterkari, tá ið mest stóð á. Í triðja setti komu føroyingarnir langt afturum. Hóast teir tóku nakað aftur til seinast, varð tað ov lítið til at venda dystinum, og fór Ísland av stað við sigrinum.
Besti leikarin hjá Føroyum var Bjarni Joensen.
Bjarni Joensen
Klokkan 14.30 skulu Føroyar spæla móti Svøríki.
Úrslit:
Føroyar – Ísland 0-3 (23-25, 25-27, 19-25)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald