Annað

Drew Brees hevur nú kastað flest touchdowns

40-ára gamli quarterbakkurin hjá New Orleans Saints kom framvið Peyton Manning í nátt og setti harvið metið - hann hevur kastað 541 ferðir fyri seks stig. Brees er í kapping við Brady um at enda yrkisleiðina við metinum.

Drew Brees hevur støðugt avrika sera væl fyri Saints (Mynd: EPA)

Drew Brees hevur støðugt avrika sera væl fyri Saints (Mynd: EPA)

2019-12-17 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt mánakvøld í oktober í fjør, týsnátt føroyska tíð, setti Drew Brees NFL-met fyri flest kastaði yards í NFL nakrantíð (nú er Brees á yvir 74,000 yards). Í stórsigrinum á Washington Redskins á heimavølili kom Bress frammum Peyton Manning, ið gavst fyri nú næstan fýra árum síðani. Quarterbackurin hjá Saints hevur støðuga spælt væl í sera nógv ár og hevði aftur í nátt ein stóran dyst í Louisiana Superdome. 

40-ára gamli Brees kastaði fýra touchdowns. Nummar tvey í røðini, ið var kastað til stórleikandi Micheal Thomas, javnaði metið hjá Manning. Fimm-ára gamla metið hjá Manning, ið er føddur í New Orleans og sum spældi meginpartin av yrkisleiðini við mótstøðuliðnum hjá Saints, fall endaliga í triða fjórðingi. Tá kastaði Drew  touchdown-kast nummar 540 á sínari 19-ára longu yrkisleið, og so var nógvur larmur millum teir útvið 75.000 áskoðararnar. Hann fekk eitt afturat, so at Saints vunnu heili 34-7 á Indianapolis Colts, og Brees rakti ein viðleikara á 29 útav 30 køstum, ið eisini er met.  541 touchdowns eru trý fleiri enn 41-ára gamli Tom Brady. Harvið er ikki vist, at Brees fer at eiga metið, tá hann steðgar yrkisleiðina.

[object Object]
Drew Brees kom frá San Diego Chargers í 2006. Tá gjørdist Sean Payton høvuðsvenjari, og teir hava saman vunnið ógvuliga nógvar dystir (Mynd: EPA)

Saints hava nú vunnið 11 útav 14 dystum, og tvey umfør eru eftir av grundspælinum. Liðið hevur verið støðugt, og álopið hevur spælt sera væl seinastu tíðina undir leiðslu av Drew Brees og við høga Micheal Thomas, ið er á veg at seta met fyri flest kastaði yards, sum mest vandamikla vápninu. Brees er avgjørt ikki av hægstu quarterbakkunum, men er ógvuliga beinrakin í sínum kastum og lesur spælið sum fáur. Í 2009 vóru Saints á fyrsta sinni í Super Bowl, og undir leiðslu av Brees vórðu Colts og Manning koppaði. Nú roynir liðið at koma aftur til stóra finaludystin.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder