Tað byrjar í Trongisvági klokkan 13.00, og tað endar í fyrsta lagi beint áðrenn klokkan 21.00 á Eiði og í Gundadali - Í minsta lagi átta tímar av steypafótbólti. Fýra oyggjar verða karmur um áttandapartsfinalurnar, har tað helst verður talan um sera ymiskir dystir.
Áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið:
2 | 10.04.19 | 13:00 | ROYN | B68 | - |
2 | 10.04.19 | 16:30 | HB | NSÍ | - |
2 | 10.04.19 | 18:00 | Undrið FF | KÍ | - |
2 | 10.04.19 | 18:00 | TB | FC Suðuroy | - |
2 | 10.04.19 | 18:00 | SKÁLA | AB | - |
2 | 10.04.19 | 18:15 | B71 | ÍF | - |
2 | 10.04.19 | 19:00 | EB/Streymur | Víkingur | - |
2 | 10.04.19 | 19:00 | B36 | 07 Vestur |
Suðuroy - 3. deildarlið og oyggjauppgerð
Royn spælir við Stóra, tí grasið í Hvalba er ikki til reiðar. Liðið er tað einasta úr 3.deild, sum er við, og hevur vunnið sær rættin við at basa FC Hoyvík í 1. umfarinum. B68 er favorittur, hóast toftamenn ikki hava fingið sína bestu byrjan í 1. deild, men hvalbingar síggja helst sín møguliga at koma eitt fet longri.
Ein annar áhugaverdur dystur verður leiktur nakrar tímar seinni í Trongisvági. TB og FC Suðuroy hittast fyri fyrstu ferð síðani skilnaðin, og lagt er upp til eitt brak, hóast tvørámenn, ið hava fingið eina sera góða byrjan í Betrideildini, eru stórfavorittar. Sigfríður Clementsen vitjar við Stóra við sínum nýggja liðið; hann stóð á odda fyri TB í nakrar mánaðir í 2016.
Høvuðsstaðarøkið - stórdystur og stórfavorittar
Størsti dysturin í umfarinum er heilt klárt tann fyrri í Gundadali. HB skal reisa seg eftir ósigurin fyri grannunum sunnudagin, ið teir eisini taptu fyri í steypafinaluni í fjør. NSÍ vann Løgmanssteypið í 2017 og spældi ein góðan dyst í Gundadali í 2. umfari. Lagt er upp til sera tætta uppgerð. Tað er tað ikki á sama hátt í seinna dystinum, har 07 Vestur skal royna at gera okkurt við oddaliðið í Betrideildini. B36 er flúgvandi og skal nú taka fyrsta stigið ímóti at verja Løgmanssteypið. Í Hoyvík er KÍ risafavorittur móti 2. deildarliðnum. Liðini hittust fyri tveimum árum síðani í áttandapartsfinaluni; tá vann KÍ 4-0 í Gundadali.
Sandoyggin - Tøtt uppgerð í væntu
ÍF og B71 spældu javnar dystir í 1. deild í fjør. Bæði taptu fyri KÍ í vikuskiftinum: ÍF tepran 3-2 ósigur á heimavølli móti besta liðnum hjá klaksvíkingum, meðan sandoyingar taptu heili 9-1 fyri næstbesta liðnum hjá KÍ. B71 er væl sterkari á heimavølli og kann geva ÍF ein skarpan gang í einum dysti, ið bæði liðini ógvuliga gjarna vilja vinna.
Eysturoyggin - Uppgerðir millum lið í Betrideildini
Nógv hevur verið tosað um Skála seinastu tíðina. Liðið á vestara armi av Skálafjørðinum hevur víst styrki higartil í ár og er favorittur at koma víðari móti AB, ið skálamenn bastu á Argjum sunnudagin. AB stóð seg tó væl í steypakappingini í fjør og kom í hálvfinalurnar.
Dysturin á Eiði kann gerast sera áhugaverdur. Bæði liðini skulu reisa seg eftir tap í vikuskiftinum. Víkingur hevur tapt tveir á rað og EB/Streymur allar fýra higartil í Betrideildini, so tað er eingin ivi um, at tey leita eftir smakkinum av at vinna. Talan er um tvey tey størstu steypaliðini í hesari øldini.
Fylg við á Portalinum - allan dagin:
Spennandi verður, um nøkur steypasensatión verður; í fjør var tann størsta, at AB vann á táverandi steypavinnarunum í Runavík. TB/FCS/Royn vann eisini á KÍ, ið tá lá heilt frammi í oddinum.
Vit fylgja gongdini í øllum dystunum; til ber at síggja á forsíðu okkara hvøjra ferð mál kemur, og hvør málskjúttin er. Vit gera eisini skjót yvirlit og taka samanum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald