Hondbóltur

Dystardagur: Byrja móti helst sterkasta liðnum

Hondbóltslandsliðið avlýsti ætlaðu venjingina í morgun.

Hábærsliga høllin í Luksemburg, har landsliðið skal spæla seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Hábærsliga høllin í Luksemburg, har landsliðið skal spæla seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-10 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hondbóltslandsliðið hjá monnum skal seinnapartin í dag spæla fyrsta dystin av trimum í týdningarmiklari undankapping í Luksemburg um vikuskiftið.

Tríggir týðandi dystir tríggjar dagar á rað, er ein heldur harðari skrá, enn flestu av leikarunum eru vanir við, og tí er hvíld ein týðandi partur av fyrireikingini undan dystunum.

Fyrsti dystur verður í hábærsligu ítróttamiðstøðini d’Coque í útjaðaranum av Luksemburg býi í dag klokkan 16 føroyska tíð.

Ætlanin var at liðið skuldi hava ein tíma við lættari venjing í morgun klokkan 8, men í gjárkvøldið varð avgjørt at avlýsa hesa venjingina.

- Tað er hvíld á skránni her fyrrapartin, sigur Ári Rouch hjá hondbóltssambandinum, sum er liðleiðari á ferðini í Luksemburg. Hann upplýsir, at litaviska landsliðið eisini avlýsti ætlaðu venjingina í morgun.

Ætlanin var, at landsliðið skuldi hava tríggjar venjingar undan fyrsta dystinum. Men hevur bert havt ta einu, sum var í gjárkvøldið.

Hópurin fór úr Føroyum mikudagin til Danmarkar, har ein venjing skuldi vera áðrenn leiðin gekk víðari móti Luksemburg.

Men eisini venjingin í Danmark varð avlýst. Fráferðin úr Vágum varð seinkað orsaka av nógva vindinum, og orsaka av, at flogfarið eisini skuldi millumlenda í Bergen, gjørdist flogferðin nógv longri enn ætlað, og tí varð venjingin mikukvøldið avlýst. 

Portalurin er á staðnum, og hevur live-dagføringar undir dystinum og myndir og samrøður eftir dystin í kvøld

Les eisini: Bert vinnarin sleppur víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder