Fótbóltur

Dystirnir móti Aserbadjan og Malta stóran týdning fyri styrkismetingina

Føroyar skulu royna at ikki fella niður í lægsta seedingslagið til EM-undankappingina.

Ein av teimum royndu og ein av teimum ungu dystast um bóltin. Atli Gregersen og Jóannes Bjartalíð til venjing í morgun
(Mynd: Sverri Egholm)

Ein av teimum royndu og ein av teimum ungu dystast um bóltin. Atli Gregersen og Jóannes Bjartalíð til venjing í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-15 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Møguleikin at spæla seg víðari til EM ígjøgnum Nations League er sera lítil. Føroyar eru fýra stig aftanfyri Kosovo á fyrsta plássið. Vinnur Kosovo á heimavølli móti Malta leygarkvøldið, ella um Føroyar ikki fáa trý stig í Aserbadjan, so kunna vit ikki enda nummar eitt í bólkinum.

Dystirnir koma tó í øllum førum at hava meira enn kosmetiskan týdning, tí seedingin til bólkarnir í EM undankappingini verður ikki gjørd eftir, hvar landið liggur á FIFA styrkislistanum, men eftir hvussu liðið stendur seg í UEFA Nations League.

Tað snýr seg um, at ikki enda aftast í sínum bólki ella hava fæst stig  av hinum 12 liðunum í deild D – niðastu deildini í Nations League. Tey fimm liðini ið standa seg ringast, enda á plássunum 51-55, verða í lægsta styrkisbólki, tá trekt verður til EM-undankappingina.

Til HM undankappingina í 2018 vóru Føroyar í næstlægsta styrkisbólki. Vit eru nóg høgt á styrkislistanum til hetta aftur, men nú er tað avrikið í Nations League sum telur, og har eru Føroyar nummar 50, nú tvey umfør eru eftir. Tað vil siga, at tað kann væl henda at Føroyar detta niður í lægsta seedingslag. Heimasíðan Football rankings metir, at Føroyar hava 57 % møguleika at vera verandi, og 43 % møguleika at enda millum fimm tey veikastu liðini í Europa hetta hálvárið.

Størsti vandin er, um Malta yvirhálar okkum í bólkinum, ella um Lettland yvirhálar okkum í stigum, so vit gerast ringasti trý`ari. Malta hevur eina sera trupla uppgávua um tveir dagar, men kann eventuelt taka 3. plássið frá okkum í innanhýsis dystinum týskvøldið. Lettland hevur truplan dyst í Kasakstan í kvøld, men spælir móti Andorra í seinasta umfarið. Liktinstein kann eisini yvirhála Føroyar, og Gibraltar kann detta niður í niðasta seedingslag.

Hóast vit verða verandi í næsthægsta seedingsbólkinum, er 50 % møguleiki fyri, at vit bert trekkja lið, ið eru styrkismest hægri. Men tað hevur avgjørt týdning; m.a. annað fyri samleiakensluna, at vit ikki enda millum fimm tey veikastu liðini í Evropa til lutakastið. 

Fakta um EM-undakappingina:

- Fýra lið úr Nations League, vinnararnir úr hvørjari deild, spæla seg til EM-endaspælið
- 55 lið verða deild í 10 bólkar; fimm bólkar við fimm liðum og fimm við seks liðum
- Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki koma víðari til EM

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder